Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Borð um borð í toppinum

Borð um borð í toppinum

Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur.
 
Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í dag.
 
Vágamenn høvdu kanska heldur torførari mótstøðu, men vunnu 3-1 á besta liðnum hjá klaksvíkingum. Vágamenn vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði. Á fyrsta borði endaði javnt millum Rógva Egilstoft og Ólav Simonsen. Á øðrum borði vann Høgni Egilstoft Nielsen á Rana Nolsøe. Føroyameistarin hevur vunnið øll átta talvini í vetur.
 
Havnarmenn fingu gott úrslit í Vestmanna, hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen – báðir sterkastu telvararnir í Havn – vóru við. Á ovaru borðunum vunnu havnarmenn sannførandi, men á aftaru borðunum mátti arbeiðast harðari. Sjúrður stóð eitt sindur kroystur móti Martin Brekká, men loftaði sær javnleikinum, og á fjórða borði gav Alfred Olsen unga Luitjeni dygga mótstøðu, men Luitjen vann kringur torføra endatalvið.
 
Í triðja dystinum gjørdi B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag bart og vant úr B-manning Havnar Telvingarfelags, sum kortini liggur fremri í kappingini.
 
1.deild, 8. umfar
8. Umfar tann 2022/02/27 kl. 14:00
Bo. 6   Sandavágs Talvfelag 1 Rtg 2   Klaksvíkar Talvfelag 1 Rtg 3 : 1
1.1 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2361  
 
Simonsen, Olavur
2217 ½ – ½
1.2 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2384  
 
Nolsoe, Rani
2055 1 – 0
1.3  
 
Eydsteinsson, Silas
2046  
 
Petersen, Terji
2030 ½ – ½
1.4  
 
Nielsen, Torkil
2168  
 
Hansen Eliasen, Bogi
1841 1 – 0
Bo. 1   Vestmanna Talvfelag 1 Rtg 3   Havnar Telvingarfelag 1 Rtg ½ :3½
2.1  
 
Andreasen, Jakup A.R.
1999 FM
 
Berg, Olaf
2199 0 – 1
2.2  
 
Hojgaard, Samson
1969 FM
 
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
2181 0 – 1
2.3  
 
Brekka, Martin
2059  
 
Thorsteinsson, Sjurdur
2128 ½ – ½
2.4  
 
Olsen, Alfred A.
1806  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2126 0 – 1
Bo. 5   Klaksvíkar Talvfelag 2 Rtg 4   Havnar Telvingarfelag 2 Rtg 3½: ½
3.1  
 
Baldursson, Rani
1990  
 
Mortensen, Rogvi
2018 ½ – ½
3.2  
 
Rasmussen, Steintor
1994  
 
Berg, Margar M.
1975 1 – 0
3.3  
 
Gaard, Ingolf
1912  
 
Jacobsen, Heidrikur T.
1864 1 – 0
3.4  
 
Skaale, Janus
1862  
 
Joensen, Oli
1785 1 – 0


Støðan í 1.deild eftir áttanda umfar

Rk. Lið 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b  TB1   TB2 
1 Sandavágs Talvfelag 1  *   *    3 4 4   24,5 16
2 Havnar Telvingarfelag 1    *   *    4 24,5 14
3 Klaksvíkar Talvfelag 1 1 ½    *   *  2   3 3 17,0 9
4 Havnar Telvingarfelag 2 0 2    *   *  3 ½ 3   13,0 5
5 Klaksvíkar Talvfelag 2 0   ½ ½ 1 1 1  *   *    10,0 4
6 Vestmanna Talvfelag 1 ½ 0 ½ ½ 1      *   *  7,0 0


Føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, hevur fult stigatal eftir átta umfør. Í dag vann hann á Rana Nolsøe.


Endaspurturin
 
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Skráin í 1. deild er henda:
 
9. umfar (13. mars)
Klaksvík B – Sandavágur
Havnin A – Klaksvík A 
Havnin B – Vestmanna
 
10. umfar (26. mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík A – Havnin B
Vestmanna – Klaksvík B

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …