Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL: Vardu skansan

OL: Vardu skansan

(½-½) GM Manuel Hoyos Leon (2579) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
(0-1) GM Juan Carlos Z. Gonzalez (2564) – IM John Rødgaard (2352)
(½-½) GM Jose Garcia Gonzalez (2543) – Olaf Berg (2274)

(1-0) GM Gilberto G. Hernandez (2540) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

Hóast stórmeistarar á hvørjum borði, høvdu Helgi og Olaf ongar trupulleikar at fáa javnt, meðan John Rødgaard av álvara setti punktum við frálíkum sigri.

OL er av á hesum sinni.

Landsliðið helt fast um 50% úrtøku, sum áhaldandi er tað vit í minsta lagi skulu røkka. Í 11 landsdystum vórðu bert 4 tap – ímóti USA, Serbia, Albania og Uspekistan. Hini 7 umførini borðreiddi landsliðið við 4 sigrum og 3 javnleikum.

Ovaru borðini høvdu áhaldandi trupla mótstøðu og vardu seg manniliga. Men heilt sermerkt er avrikið á niðaru borðunum, har Olaf Berg, Jóan Hendrik og Carl Eli – av álvara – prógvaðu sínar dygdir á altjóða talvpallinum.

Ukraina vann OL-gull í harðari kapping við vertirnar úr Russlandi, meðan Ísrael vann bronsu. Heldur ikki hesuferð megnaðu russar at fáa fatur aftur á endanum – tí totala dominansinum, sum teir gjøgnum talvsøguna hava prógvað.

Føroyar endaði í miðjum høpi – nr. 80 av teim 149 luttakandi tjóðunum.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.