Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talv-landsliðið til OL í Russlandi

Talv-landsliðið til OL í Russlandi

Landsliðið – og borðsetingin – á Føroyska OL-landsliðnum 2010, er hendan:

  1. IM Helgi Dam Ziska (2439)
  2. IM John Rødgaard (2352)
  3. Olaf Berg (2274)
  4. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)
  5. Jóan Hendrik Andreasen (2217)

 

Liðleiðari verður, eins og í OL 2006 og 2008, Finnbjørn Vang.

Hetta er á 19. sinni, at Talvsambandið sendur landslið til Olymisku leikirnar í talvi, síðani altjóða limaskapin og viðurkenningina í 1970.

Og sjálvsálitið á landsliðnum hevur neyvan verið størri, nú lagt verður til brots í Russlandi. Í OL í Dresden 2008 fekk liðið sera góða plasering, við einum 61. plássi í kapping við heili 146 tjóðir. Eitt nú endaði Føroyar frammanfyri krútsterku grannarnar fyri vestan, Ísland. Og í 2009 vann landsliðið Gull í EM fyri smátjóðir, uttan at tapa eitt einasta talv.

Manningin:

  • Føroya sterkasti telvari nakrantíð, IM Helgi Dam Ziska, er á 3. sinni til OL, hóast bert 20 ára gamalur og vísir framhaldandi framgongd og úrslit.
  • Mr. OL – IM John Rødgaard – luttekur á 13. olympiaduni og sýnist, uttan undantak, ein tryggur skansi fyri liðið á ovaru borðunum. Í veruleikan er tað áhugavert at staðfesta, um John ikki er ávegis at skriva seg í søgubøkurnar viðv. OL-luttøku.
  • Olaf, Carl Eli og Jóan Henrik luttaka á 2. sinni til OL.
  • Telvarar fegnast stórliga um, at stórtalentið, verandi Føroyameistari, Olaf Berg, av álvara ger um seg, inspireraður og motiveraður. 
  • Fide-meistarin, Carl Eli N. Samuelsen hevur, stútt og støðugt, ota seg upp á talvtindin, ímillum teir bestu í Føroyum.  Eftir at hava verið 2. reservi til fyrstu OL-luttøkuna í Calvia 2004, har skoran var 50%, er tíðin búgvin til at vera ein partur av stammuni á liðnum.
  • Jóan Hendrik Andreasen er, aftur hesuferð, jokarin á liðnum. Er ísakaldur, tá á stendur – fær úrslit – og borðreiddi við sera góðum úrsliti, tá hann í Dresden 2008, skoraði heili 61%.

Ein sera spennandi hópur og samanseting, har telvararnir hava havt týðandi leiklut í borðsetingini. 

Ongin ivi um, at mótstøðan verður hørð, men aftur hesuferð er árræði í hásæti, at røkka úrslitum. M.a. luttaka í OL 2010: 247 stórmeistarar (GM) og 160 aljtóða meistarar (IM) – heimselitan er savnað á einum stað.

Føroyar er seedað nr. 79 av 159 tjóðum, t.v.s. júst um miðjuna. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg, við heimsins sterkasta telvara í løtuni, við GM Magnus Carlsen á odda, er seedað nr. 26, Svøríki (35), Danmark (44), Ísland (53), Finland (59), Skotland (61) og Írland (73). Russland er aftur hesuferð stórfavorittur at vinna OL, men bæði í 2006 og 2008 streyk Armenia við gullinum, hóast landið er av teimum smáu, við uml. 3,2 mió. íbúgvum. HM-heitini hjá Tigran Petrosjan (1963-1969) hevur givið telvingini heilt serligan – ja, nærum kultstatus – í Armenia. 

Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.

Fyrsta talvið verður telvað komandi týsdag.

Boðað er frá, at øll talv verða send LIVE eins og í Dresden 2008. Vónandi fer hetta at hepnast væl, soleiðis, at vit øll – leik fyri leik – fylgja okkara monnum, tá teir umboða føðilandið og okkum øll til Talv OL 2010.

Leinkja til kappingarsíðuna: HER

Fleiri OL-tíðindi: HER

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …