Tað eydnaðist ikki Helga Dam Ziska at vinna avgerandi talvið móti Michael Wiedenkeller í gjárkvøldið í næstsíðsta umfari í smálandakappingini í talvi.
Um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið endaði talvið javnt eftir 46 leikir. Tá høvdu teir telvað í góðar fýra tímar. Tað gjørdist ongantíð av álvara spennandi. Wiedenkeller tóktist fáa talvið upp á sínar premissur. Helgi fekk ikki tann dynamikkin í støðuna, sum kravdist fyri at fáa eitt veruligt kamptalv. Tað var í so varisligt og í so korrekt allan vegin. Teldan staðfesti bara, at støðan var jøvn, og at telvararnir støðugt funnu røttu leikirnar. Men um leik 40 hevði Helgi fingið ein feril av einum initiativi, men í staðin fyri riddaraleik á f5, sum teldan vildi vera við, at Helgi hevði fingið lítlan fyrimun av, kom rókaskák á áttandu røð, og so var støðan aftur jøvn.
Vinnur Wiedenkeller í síðsta umfari í dag, vinnur hann kappingina, sama um tað stendur á jøvnum millum teir báðar fremstu, tá liðugt er. Wiedenkeller hevur betri mótstøðustig enn Helgi – sigurin á stórmeistaranum Igor Efimov, sum Helgi telvaði javnt ímóti, verður helst avgerandi. Reglurnar fyri hesa kappingina áseta ikki umdyst, tá tveir enda javnir í oddanum.
Luitjen vann
Nú gongur rætta vegin hjá hinum føroyska telvaranum í kappingini. Luitjen Akselsson Apol vann í gjár á Ezio Righi úr San Marino, og hevur nú hálvttriðja stig.
Helgi Dam Ziska royndi til fánýtis at vinna toppdystin í gjár, men talvið endaði javnt.
Støðan í smálandakappingini eftir áttanda umfar:
1.-2. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 7 stig
1.-2. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 7 stig
3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 6 stig
4-5. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 5 stig
4-5. Jake Darmanin 2106 (Malta) 5 stig
6. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 3½ stig
7-8. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 2½ stig
7-8. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 2½ stig
9. Ezio Righi 1915 (San Marino) 1 stig
10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) ½ stig
9. umfar (25. apríl) kl. 17:00
Wiedenkeller – Constantinou
Berend – Helgi
Luitjen – Carpenter
Darmanin – Efimov
Brezmes – Righi