Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Favorittarnir stinga av

Favorittarnir stinga av

Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið øll trý talvini í kappingini millum bestu telvarar úr smátjóðum í Evropa, men tað sama hava hinir báðir favorittarnir, Michael Wiedenkeller úr Luksemburg og Igor Efimov úr Monako.

Annað føroyska umboðið í kappingini, tann blaðungi Luitjen Akselsson Apol, hevur í sínum lagi einki stig fingið enn.

Helgi syfti í kvøld Jake Darmanin av Malta, sum eisini hevði tvey stig undan talvinum í triðja umfari í dag. 

Wiedenkeller vann á Brezmes úr Andorra, og Efimov vann á Carpenter av Jersey. Luitjen tapti fyri Fred Berend úr Luksemburg, sum er altjóða meistari og styrkismettur nummar fýra.

Støðan í kappingini eftir trý umfør er henda:

1.-3. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 3 stig

1.-3. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 3 stig

1.-3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 3 stig

4.-5. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 2 stig

4.-5. Jake Darmanin 2106 (Malta) 2 stig

6.-7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 1 stig

6.-7. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 1 stig

8-10. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 0 stig

8-10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) 0 stig

8-10. Ezio Righi 1915 (San Marino) 0 stig

 

Stórmeistarar hittast

Tað er eingin ivi um, at dystirnir innanhýsis millum favorittarnir verða avgerandi í hesari kappingini. Og tann fyrsti innanhýsis dysturin verður í fjórða umfari í morgin týsdagin. 

Tá møtast Helgi og Igor Efimov – báðir stórmeistarnir í kappingini. Efimov er 60 ára gamal, er ættaður úr Georgia í táverandi Sovjett, seinni gjørdist hann italskur ríkisborgari og vann italska meistaraheitið í 1998 og 1999. Hann sat á fyrsta borði á italska landsliðnum á talvolympisku leikunum í 1998 og 2000. Eftir aldamótið setti hann seg niður í Monaco, og hevur síðani 2008 umboðað Monako á talvolympiadum.

Helgi hevur svarta fólkið móti Igor Efimov.

Helgi Dam Ziska á odda saman við Igor Efimov og Michael Wiedenkeller. 

Igor Efimov (Monako) telvar móti Helga í fjórða umfari.

 

Telvað verður soleiðis í fjórða umfari:

 

4. umfar (20. apríl) kl. 17:00

Igor Efimov – Helgi Dam Ziska

Jake Darmanin – Michael Wiedenkeller

Pavlos Constantinou – Luitjen A. Apol

Luke Brezmes – Fred Berend

Ezio Righi – Paul Carpenter

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …