Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi góða byrjan

Helgi góða byrjan

Helgi Dam Ziska hevur fingið góða byrjan í kappingini millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. 

Føroyski stórmeistarin hevur vunnið bæði talvini higartil, og er á odda saman við trimum øðrum, nú tvey umfør eru farin.

Helgi vann í fyrsta umfari í gjár á Luitjen Akselssyni Apol, og í dag vann hann á Luke Brezmes úr Andorra. Helgi hevur telvað væl og vunnið sannførandi. 

Luitjen tapti aftur í dag, men hevur havt tveir av harðastu mótstøðumonnunum at byrja við. Í gjár var tað Helgi, og í dag Michael Wiedenkeller úr Luksemburg.  

Líkt er til, at kappingin fer at standa millum Helga, Wiedenkeller og Efimov, sum hava hægstu styrkitølini. Innanhýsis talvini teirra millum fara helst at vera avgerandi. 

Støðan eftir tvey umfør í kappingini er henda:

Helgi Dam Ziska 2

Michael Wiedenkeller (Luksemburg) 2

Igor Efimov (Monako) 2

Jake Darmanin (Malta) 2

Fred Berend (Luksemburg) 1

Luke Brezmes (Andorra) 1

Luitjen A. Apol 0

Pavlos Constantinou (Kyprós) 0

Paul Carpenter (Jersey) 0

Ezio Righi (San Marino) 0

 

Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum umvegis teldur. Strangt vaktarhald er til tess at tryggja, at alt fer rætt fram. Føroysku telvararnir sita uppi á Hotel Føroyum.

Í triðja umfari í morgin verður telvað soleiðis:

Helgi Dam Ziska – Jake Darmanin

Fred Berend – Luitjen A. Apol

Michael Wiedenkeller – Luke Brezmes

Paul Carpenter – Igor Efimov

Ezio Righi – Pavlos Constantinou

 

Telvað verður hvønn dag til sunnudagin 25. apríl. Byrjað verður allar dagar klokkan 17:00. Til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum á heimasíðuni chess24.com.

Helgi Dam Ziska hevur vunnið bæði talvini higartil í kappingini um meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.