Ársaðalfundur var hildin í Runavíkar Talvfelag fríggjakvøldið hin 26. mars kl. 19:00. Fundurin var hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum.
Mainhard Danielsen var valdur fundarstjóri. Onki nýtt uppskot var til nevndarlimir, og nevndin ið hevur sitið, var áhugað í at halda fram. Nevndin er nú skipað soleiðis:
Gunnleif Rasmussen, formaður.
Jens á Líknargøtu, næstformaður.
Mainhard Danielsen, ritari/peningarøkil.
Brandur Højgaard, varalimur.
Bessi Bjarnason, varalimur.
Grannskoðarin Helgi L. Petersen var afturvaldur.
Formaðurin greiddi frá farna ári og greiddi frá ætlanum felagsins í næsta talvári. Peningarøkilin legði roknskapin fyri 2020 fram, og var hann góðkendur.
Eitt uppskot var frá einum limi sent felagnum til aðalfundin, og tað snúði seg um at broyta navnið á felagnum. Uppskotið var, at felagið frameftir skal eita Kongshavnar Talvfelag (KHT). Ein trivaligur meiriluti av fundarfólkinum tók undir við uppskotinum, harvið eitur felagið nú Kongshavnar Talvfelag – við heimstaði á Glyvravegi 12 á Glyvrum.
Serliga síðan talvfelagið er farið at húsast í gamla skúlanum, er áhugin fyri ítróttini vaksin munandi, og felagið hevur góðar vónir um framtíðina.
Kelda: runavik.fo