Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Arctic Chess Challenge – seinni partur
moiseenko-ziska

Arctic Chess Challenge – seinni partur

                      Hetta skuldi tó vísa ikki at vera tann býttasta avgerðin, tí tá avtornaði var eg ájavnur GM Loek Van Wely (2677) á fyrstaplássinum. Vit fingu báðir 7½/9 (hann hevði tó betri mótstøðustig). Sum vera man vórðu flestu talvini rættiliga rokalig, tá ið tað fór at standa á við tíðini, men her riggaði tíbetur væl hjá mær, og eg megnaði ferð eftir ferð at koppa mótstøðumonnunum í síðstu sekundunum. Serliga minnisríkt var talvið móti GM Farid Abbasov (2549). Vit koma inn í talvið í eini avgerandi løtu:

Eg havi 40 sekund; mótstøðumaðurin tveir minuttir. Við eitt ofrar hann eina hálva talvmanning í eini hættisligari atsókn móti konginum hjá mær. Bispur, riddari og rókur verða tveittir í eldin fyri at reka svarta kongin frá g8 niðan á h5 og haðani yvir á e4. Eg noyðist at finna nakrar neyvar leikir fyri at yvirliva, men tað kostar tíð. Eg standi eftir við einans tíggju sekundum, og tað sær kolasvart út.

Abbasov hevur um hálvan minutt at spinna mátnetið, men hvat? Tráðurin slitnar! Kongurin er ikki til at hava við at gera. Hann smýgur sær sum ein hálur álur í fíggindalendinum, meðan hann høggur frá hond allastaðni, har hann kann. Nú skilja vit báðir, at stórmeistarin ikki hevur nóg nógv fólk at seta mát við. Rókurin, sum hann hevur eftir, er innibyrgdur av svørtum og hvítum finnum, og frúgvin megnar tað ikki einsamøll.

Stór fjøld er nú savnað um borðið. Tað stendur á gomlum nøglum hjá stórmeistaranum. Hann skákar við frúnni nakrar ferðir og klárar at tveita tvær finnur afturat í eldin, men so er einki skák eftir. Abbasov velur neyðloysnina, ofrar innibyrgda rókin og síðani frúnna í eini roynd at flagga meg. Men nú stendur einsamalli kongurin hjá honum spillnakin í móti svarta herinum. Frúgv og rókar fara sendandi mótvegis tí hvíta konginum. Trý sekund eftir, mát í fýra-fimm. Skák, skák, skák, og kongurin hjá honum er kroystur í hornið. Við einum sekundi eftir eri eg klárur at siga skákmát næsta leik, og Abbasov velur at geva skarvin yvir.

 

(169) Moiseenko,A (2667) – Ziska,H (2426) [E70]

Arctic Chess Challenge Tromso NOR (6), 05.08.2010

[Helgi Dam Ziska]

Hetta talvið varð telvað í 6. umfari. Mótstøðumaðurin var GM Alexander Moiseenko (2667), sum var seedaður sum nummar 2 í kappingini. Eg var greiður yvir, at tung mótbrekka lá fyri framman, men samstundis var eg við gott mót eftir góðu úrtøkuna seinastu umførini. 1.d4 Nf6 2.c4 g6 3.Nc3 Bg7 4.e4 d6 5.Bd3 0–0 6.Nge2 Ein heldur óvanlig uppseting móti Kongaindisku byrjanini. Megintankin handan uppsetingina er at halda møguleikanum at spæla f2-f4 opnum. Um svartur spælir …f7-f5 í framtíðini, er hvítur klárur at seta tøpp í eitt møguligt svart kongaálop við exf5 og f2-f4. Ein vansi við uppsetingini er tó, at e2 ikki er tann besti punturin fyri riddaran. 6…Nc6 7.0–0 Nh5 8.Bc2 e5 9.d5 Ne7 10.Kh1 f5 11.exf5 Nxf5 [11…gxf5 (høvuðsvarianturin) 12.f4 Ng6 13.Ng1! Qh4 14.Nf3 varð telvað umfari fyri í Moiseenko-Westerinen. Í tí talvinum reiv Moiseenko svørtu støðuna sundur trygt og einfalt, so eg metti tað vera skilagott at velja aðrar leiðir.] 12.Ne4 Diagram

T2-Diagram1

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hvítur broytir ætlan, nú svartur hevur tikið á f5 við riddaranum. Riddarin stendur væl á e4, har hann altíð kann fáa stuðul frá hinum riddaranum á e2, um svartur roynir at býta av. Ætlanin er nú at spæla Bg5, Fd2, Rae1 og fyrireika f4. Um hetta mundið kom eg í eina tvístøðu. Eg var rættiliga vísur í, at 12…Rif6 var rætta framhaldið her, men eg hevði gloymt fyrireikingarnar eftir tað. Mótstøðumaðurin hevði einans brúkt tveir minuttir og kendi týðiliga byrjanina út og inn (tað hevði eg sæð í fyrireikingunum). Eg vildi ikki standa sum pinnur í lorti eftir at hava fingið skeggið í postkassan í einum langum teorivarianti og valdi tískil at yvirraska hann:12…Nd4?!N Sbt. mínum databasa er hesin leikurin ikki royndir áður, men tíverri er hann einki serliga góður. Tað er eingin grund til at hjálpa hvítum av við vánaliga riddaran á e2. [12…Nf6 er rætti leikurin. Eftir 13.Bg5 Qe8 er støðan so at siga jøvn.] 13.Nxd4 exd4 14.Bg5 Qe8 15.Qd2 Bf5 16.Rae1 Qd7 Diagram

 

T2-Diagram2

 

 

                     

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hetta var støðan, eg hevði miðjað eftir við 12…Rid4. Tað er einki at siga til, at hvítur hevur fyrimun, men eg var kortini hampiliga nøgdur við, hvussu byrjanarspælið hevði lagað seg. Ætlanin hjá svørtum er einføld: at spæla …Rae8 og býta so nógv fólk sum møguligt av í e-linjuni.[Endiliga ikki 16…Qf7?? 17.Nxd6! og hvítur vinnur.] 17.f3 Byrjanin upp á eina skeiva ætlan. [17.Re2 Rae8 18.Rfe1± er besta framhaldið, sbt. Fritz] 17…Rae8 18.g4?! Yvirambitiøst: tað er ikki nógv meining í at noyða svartan at náða sínum máli (at býta av) og samstundis skapa veikleikar í síni egnu støðu. Nú er støðan jøvn aftur. 18…Bxe4 19.Bxe4 Nf6 20.Bc2 Diagram

 

T2-Diagram3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

20…Rxe1 Her hevði tað møguliga verið neyvari at varðveitt spenningin og bíða, til hvítur býtti av. [20…c5 við ætlanini …b7-b5 var ein góður møguleiki. Hvítur kann ikki vinna finnuna á d4, tí eftir 21.dxc6 bxc6 22.Qxd4? hevur svartur 22…Ne4! við nærum avgerandi fyrimuni.] 21.Rxe1 Re8 22.h3 [22.Rxe8+ Qxe8 23.Qxd4 Qe2! Diagram

T2-Diagram4

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

var ein týdningarmikil variantur, sum mátti roknast, áðrenn eg spældi 20…Rxe1. Men her er einki at ræðast hjá svørtum, t.d.:24.Qd3 Qf2! (hóttir …Rixg4 og …Be5) og tað er hvítur, sum má ansa sær. ] 22…c5 23.Bd3 Rxe1+ 24.Qxe1 Qe8?! [24…Kf8 (fyri at fyrireika …Fe8) var tryggari.] 25.Qe6+! Diagram

 

T2-Diagram5

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

[Eg metti ikki endatalvið eftir 25.Qxe8+ Nxe8 at vera so vandamikið. Støðan er rættiliga læst, og hvíta bispinum hjá hvítum vantar pláss. ] 25…Qxe6 26.dxe6 Kf8 27.f4 Ke7 28.f5 h6 29.Bd2 g5 Svartur roynir at læsa støðuna fyri at avmarka hvítu bisparnar. [Her sigur Fritz, at 29…d5 gevur svørtum meira ella minni javnt spæl, men tað er sjálvandi eisini vágið at opna støðuna á henda hátt.] 30.Kg2 Ng8! Diagram

 

T2-Diagram6

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Riddarin kemur nú niðan á e5 via g8-e7-c6. Bispurin stillar seg á f6, og kongurin fer yvir á c7. Hetta er rætta verjustøðan hjá svørtum.[Fritz mælir enn til  30…d5 , men mestur er tað, tí at forritið ikki hevur skil fyri læstu støðuni.] 31.Be4 [31.b4 var ein meira avbjóðandi leikur. Tó so, svartur klárar seg eftir 31…b6 32.Be1!? (hvítur ætlar at taka á c5 og fáa bispin niðan á g3) 32…Be5! (forðar Bg3)(32…Kd8 33.bxc5 dxc5 34.Bg3 sær hættisligt út.) ] 31…b6 32.Kf2 Kd8 Kongurin fer yvir á frúgvasíðuna at verja. 33.Ke1 Ne7 34.Kd1 Kc7 35.Kc2 Bf6 36.Kb3 Eg var ikki heilt vísur í, hvat mótstøðumaðurin hevði í kvittanum er. Um hann ætlar sær at vinna, verður hann noyddur at spæla b2-b4, og tað er eingin grund til at bíða. 36…Nc6 37.Ka4 a6 38.a3 Ne5 39.Kb3 Kc8 Svartur hevur stillað seg upp á skilagóðan hátt og kann nú bara bíða, til hvítur fer at royna at bróta ígjøgnum. 40.Be1 Kc7 41.Bg3 Diagram

 

T2-Diagram7

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

41…b5!? Eftir ein hálvan tíma í tænkeboksini valdi eg her at royna at fáa finnurnar á rull heldur enn at spæla upp á tað trygga. [Bíðileikurin 41…Kc8 var tann tryggari (men passivi) møguleikin: 42.Bd5 Kc7 43.Kc2 Kc8 44.b4 Kc7 45.Kb3 (45.bxc5 bxc5 46.Be1 Kb6 og eg dugi ikki at síggja, hvussu hvítur skal koma víðari.) 45…Be7 46.bxc5 bxc5 47.Ka4 Kb6 48.Be1 Nc6 Diagram

T2-Diagram8

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

og svartur heldur tørn. Tað er áhugavert, at Fritz gevur hvítum vinnandi fyrimun í hesi støðuni!] 42.cxb5 Hetta tykist nakað vágið, tí svørtu finnurnar gerast nú sera vandamiklar. Tó so, um hvítur skal vinna, er hetta einasti vegur fram. 42…axb5 43.a4?! Men hetta er óansið, tí nú fær svartur gott spæl á frúgvasíðuni. 43…Kb6 44.Be1 c4+ 45.Ka3 d5! Hetta var helst tað, sum ukrainski stórmeistarin hevði yvirsæð. Svartur er  komin fyri seg. 46.Bxd5 Nd3 47.Bd2 [Sjálvandi ikki 47.Bg3?? Be7+ 48.Ka2 Nb4+ og svartur vinnur.] 47…Kc5 48.Be4 b4+ 49.Ka2 Nf2 50.Bf3 Nd3 Diagram

T2-Diagram9

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her gjørdist eg greiður yvir, at javnleikur var tað besta, eg kundi fáa burtur úr, og legði tí upp til leikendurtøku. Svartur hóttir …c4-c3, so hvítur noyðist at hótta riddaran. Eg helt, at Be4 var einasti leikur, og ætlaði tá at taka javnleikin við …Rif2. Men so skuldi ikki vera![50…c3 51.bxc3 bxc3 sær gott út, men er í roynd og veru hættisligt fyri svartan: 52.Bc1 Kc4 53.a5! Kb5 54.Kb3 (hvítur hóttir Ba3) 54…d3 55.Be3 Nxh3 56.a6!? Kxa6 57.e7 Bxe7 58.Kxc3± og kongurin hjá svørtum er avskorin.] 51.Be2!? Ein brølari?! Nei, bara ein lítil fella… 51…Nxb2? Gonk! Nú helt eg, eg var á sigurskós. Men næsti leikurin hjá hvítum var mær ein ordans hvøkkur. [51…Nf4 var lættast. Støðan er púra jøvn sbt. Fritz.] 52.e7! Einasti leikur, sjálvandi. Vit fáa nú eitt endatalv við ólíkalittum bispum, men orsakað av hvítu frífinnunum er svartur í svárari kreppu. 52…Bxe7 53.Kxb2 c3+ [53…Bf6? gongur ikki orsakað av 54.Bxc4! Kxc4 55.a5 og hvítur hevur vinnandi fyrimun.] 54.Kc2 cxd2 Diagram

T2-Diagram10

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ein avgerandi løta. Hvítur misnýtir ein gyltan møguleika við:55.Kxd2? [55.a5! var vegurin til Róm. Sum Nimzowitsch og aðrir hava gjørt greitt: “Passed pawns must be pushed!”  55…d3+ (55…b3+!? 56.Kxd2 Kc6 57.a6 Kb6 58.Bd3 (við ætlanini at spæla Kc1–b2-xb3) og hvítur vinnur.; Tað sama er galdandi fyri 55…Bd8 56.a6 Kb6 57.Kxd2 b3 58.Bd3+-) 56.Bxd3 Bf6 57.Kxd2 b3 58.Ke3 b2 59.Ke4 Kd6 60.a6 Kc6 61.a7 Kb7 62.Kd5 og hvítur vinnur.] 55…Kb6 Fyri at steðga a5! 56.Bd1 Kc5 57.Bb3 [Nú er sjálvandi ov seint við a5: 57.a5? Kb5] 57…Bd8 58.Kd3 Bf6 59.Ke4 Bg7 Tað er týdningarmikið at hava bispin á a1–h8 diagonalini, soleiðis at hvíti kongurin ikki sleppur inn via e5. 60.Bf7 Bh8 61.Kd3 Bf6 62.Bb3 Bh8 63.Bd1 [63.Bc4 var ein roynd at fáa a4-a5 í gjøgnum, men støðan er ikki so greið eftir 63…Kb6 64.Ke4 Kc5 65.Bd3 b3 66.a5 b2 67.a6 Kc6! (forðar hvíta konginum at treingja inn via d5)] 63…Bf6 64.Kc2 Bd8 Nú fer bispurin á hina diagonalina fyri at verja a5. 65.Be2 Kb6 66.Kb3 Kc5 67.Bd3 Ba5 Diagram

T2-Diagram11

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hvítur má ikki sleppa at spæla a5.68.f6 Tað er ilt at síggja, hvussu hvítur annars skal bróta ígjøgnum.Undir talvinum helt eg (og óivað Moiseenko við), at hetta var mønustingurin, men tað vísti seg, at eg hevði ein trumf eftir í ermuni…  68…Kd6 69.Bc4 d3! Hetta kom dátt við hjá stórmeistaranum, sum sakk niður í stólin og fór at rysta við høvdinum. [69…Kd7 70.Kc2 Ke8 71.Kd3 Bb6 72.Ke4 Diagram

T2-Diagram12

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

sær út til at vinna hjá hvítum.] 70.f7 [Svartur klárar seg eisini eftir 70.Bxd3 Ke6 71.Kc4 b3 72.Kxb3 Kxf6 73.Kc4 Ke7! 74.Kb5 Be1 75.a5 Kd8 76.Kb6 Kc8=] 70…Ke7 71.Kb2 Bb6 72.Kc1 Be3+ 73.Kd1 Kf8 74.a5 Ke7 75.a6 Kf8 76.Ke1 Ke7 77.Kf1 Kf8 78.Bb3 Ke7 79.Kg2 Ba7 80.Kf3 Kf8 81.Bc4 [Ella: 81.Ke4 d2 82.Kd5 Kxf7 83.Kc6+ Kf6 84.Kb7 Be3 85.a7 Bxa7 86.Kxa7 h5! 87.Kb6 h4 88.Kc5 Ke5 89.Kxb4 Kf4 90.Kc3 Kg3 91.Kxd2 Kxh3 92.Bd1 Kg3 93.Ke3 h3= Diagram

T2-Diagram13

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

er eisini javnt] 81…Bg1! Bispurin stendur betur á g1, tí um hvítur hevði farið niðan eftir við konginum, hevði hann vunnið eitt tempo, tá hann kom til b7. Tað ger hann ikki nú. 82.Ba2 Ke7 83.Bb3 Kf8 84.Kg2 Ba7 85.Kf1 Ke7 86.Ke1 Be3 87.Bc4 Kf8 88.Kd1 Ke7 89.Ba2 Kf8 90.Ke1 Ke7 91.Bb3 Kf8 92.Kf1 Ke7 93.Kg2 Ba7 94.Kf3 Bg1 95.Ke4 d2 96.Kf5 d1Q 97.Bxd1 Kxf7 98.Bb3+ Kg7 99.Ke6 h5! Diagram

T2-Diagram14

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað lættasta. Hvítur kann ikki vinna, av tí at hann hevur tann skeiva bispin (bispurin skuldi havt sama lit sum broytingspunturin h8 fyri at vunnið).Eg hevði einans tveir minuttir eftir her, og mótstøðumaðurin royndi tí at trýsta meg eina løtu afturat. Har var tó einki at fara eftir, og restini av talvinum nýtist ikki viðmerkingar.100.gxh5 Kh6 101.Bd1 b3 102.Bxb3 Kxh5 103.Bd1+ Kh6 104.Kd7 Kh7 105.Kc6 Kh8 106.Kb7 Kg8 107.a7 Bxa7 108.Kxa7 Kh8 109.Kb6 Kg8 110.Kc6 Kh8 111.Kd6 Kg8 112.Ke6 Kh8 113.Kf6 Kg8 114.Bh5 Kh8 115.Bf7 Kh7 116.Ke7 Kh8 117.Kf8 Kh7 118.Be6 Kh8 119.Kf7 Kh7 120.Kf6 Kh8 121.Bf5 Kg8 122.Kg6 Kh8 123.Kh6 Kg8 124.Bg4 Kh8 125.Kh5 Kg8 126.Bd1 Kh8 127.Kg6 Kg8 128.Kf6 Kh8 129.Bb3 Kh7 130.Kf7 Kh8 131.Bd1 Kh7 132.Bh5 Kh8 133.Kg6 Kg8 ½–½

 

snarkapping

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tíanverri minnist eg ikki talvini frá snarkappingini serliga neyvt, men eg havi til stuttleika endurskapt talvið frá síðsta umfari eftir minninum. Mótstøðumaðurin var GM Levon Babujian:

 

(167) Babujian,L – Ziska,H [E67]

Arctic Chess Challenge 2010 – BLITZ (9), 05.08.2010

1.d4 Nf6 2.c4 g6 3.Nc3 Bg7 4.g3 0–0 5.Bg2 d6 6.Nf3 Nbd7 7.0–0 e5 8.h3 a6 9.e4 b5 10.dxe5 dxe5 11.b3 c6 12.Ba3 Re8 13.Rc1 Qa5 Diagram

ST-1

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

14.Bb2 b4 15.Na4 Nxe4 16.Re1 f5 17.g4 Ndc5 18.Nxc5 Qxc5 Diagram

ST-2

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

19.Rxe4 fxe4 20.Ng5 e3 21.Ne4 exf2+ 22.Kh1 Qe3 23.Qd6 Bxg4 Diagram

ST-3

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

24.Qxc6 Bxh3 25.Rf1 Rac8 26.Qd5+ Be6 27.Qd2 Qxd2 28.Nxd2 e4 Diagram

ST-4

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

29.Bxg7 e3 30.Bd4 exd2 31.Bf3 Bh3 32.Rxf2 d1Q+ 33.Bxd1 Re1+ 34.Kh2 Rxd1 Diagram

ST-5

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Um nakar er áhugaður í at fáa talvini, eg havi viðmerkt, í pgn-formati, kunnu tit seta tykkum í samband við meg á helgidz@hotmail.com.

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …