Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag skulu í morgin páskaaftan telva umdyst um FM-heitið 2021. Teir endaðu javnir í oddanum í landsliðsbólkinum við seks stigum hvør.
Sjeynda og seinasta umfar í árligu FM-stevnuni í talvi fyri einstaklingar, sum Klaksvíkar Talvfelag hevur skipað fyri nú um páskirnar, var avgreitt á Skúlatrøð í dag. Men liðugt er kortini ikki enn, tí umdystur verður um FM-heitið í morgin páskaaftan – bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu.
Høgni feldi oddamannin
Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vísti sína styrki og koppaði oddamanninum Hans Kristiani Simonsen í toppdysti teirra millum í seinasta umfari í Klaksvík. Martin Poulsen vann sítt talv móti Samson Højgaard, og tí vunnu báðir seg eitt hálvt stig framum Hans Kristian Simonsen.
Høgni Egilstoft Nielsen (vm) og Hans Kristian Simonsen (hm) í avgerandi talvi í síðsta umfari í dag. Høgni vann við svarta fólkinum, og veitti Hans Kristiani einasta ósigurin í kappingini. Høgni verjir FM-heitið í finaludysti í morgin leygardagin.
Byrjanin í talvinum millum Høgna og Hans Kristian var frúgvabragd – á enskum Queensgambit – sum eisini er heitið á kendari røð á Netflix um unga gentu, sum rísur upp um allar telvarar í heiminum. Høgni hevði at síggja til onga heimafyrireiking við sær, og Hans Kristian stóð fínt. Kollfirðingurin var kanska í so varin og legði seg meira eftir at standa ímóti heldur enn at styrkja seg. Brádliga vendi. Úr næstan ongum fekk Høgni eitt initiativ, og tá rókurin kom oman á aðru røð hjá Hans Kristiani, fekk hann talvið upp á sínar premissur. Sum frá leið sást ein ítøkiligur fyrimunur í støðuni.
Við sínum lýtaleysa teknikki at handfara støður við ítøkiligum fyrimuni er Høgni vanliga náðileysur. Hans Kristian var at síggja til stigvíst niðurspældur, men líkt er til – sambært telduni – at kring leik 40, tá báðir vóru í tíðarneyð, var ein taktisk vending, sum kundi givið Hans Kristiani neyðuga mótstpælið. Hann skuldi tá latið riddaran fyri svørtu a-finnuna, og farið eftir mátálopi við rókunum á áttandu røð. Óvist er, hvussu tað kundi endað. Men at síggja slíkt við borðið í tíðarneyð er lættari sagt enn gjørt.
Martin tryggur
Martin gjørdi skjótt av í sínum talvi. Samson legði upp til Aljechin-byrjanina, men Martin veik undan við riddaraleiki á c3 heldur enn tí vanliga e5-leikinum. Samson fann ikki bestu loysnina, og brátt hevði Martin telvað upp ein ítøkiligan fyrimun í støðuni. Eftir tað helmaði hann ikki, tó at hann sum vant skuldi flyta nógvar leikir í skundi at røkka teimum fjøruti leikunum fyri tíðareftirlitið.
Martin Poulsen vann í síðsta umfari og vissaði sær umdyst um FM-heitið móti føroyameistaranum og FM-favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen.
Á hinum borðunum var rokan í fjøruni. Haldur Suni og Margar brustu saman í randargný. Haldur tóktist vera á sigurskós, men støðan, sum kom upp eftir skarpa sisilianska byrjan, gjørdist fløkt, og tá kann brádliga venda. Eitt himpr hjá Halduri kostaði honum dýrt, og so var Margar, sum tann listilærdi taktikari hann er, náðileysur.
Rani og Luitjen høvdu eisini eitt fløkt álopstalv, sum ringt var hjá báðum at telva. Sambært telduni snávaðu báðir fleiri ferðir, og tí endaði tað so salomoniskt við einum javnleiki, tó at alt stóð í einum krúttámi, tá stríðandi partarnir sættaðust um eina friðaravtalu.
7. umfar 2. apríl
Hans Kristian – Høgni 0 – 1
Martin – Samson 1 – 0
Haldur – Margar 0 – 1
Luitjen – Rani ½ – ½
Endaliga støðan í Landsliðsbólkinum
1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 6
1-2. Martin Poulsen, HT 6
3. Hans Kristian Simonsen, KT 5½
4. Margar Berg, HT 3½
5. Rani Nolsøe, KTF 3
6. Luitjen A. Apol, HT 2½
7. Haldur S. Johansen, KTF 2
8. Samson Højgaard, VT 1½
Janus vann
Í almenna bólkinum kappaðust átjan telvarar. Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag legði seg á odda beinanvegin, og varðveitti leiðsluna til liðugt var í dag.
Oddastøðan er henda:
1. Janus Skaale, KTF 6½
2. Henrik W. Joensen, RT 6
3. Einar Gregersen, KTF 4½
Rókur og Brestir javnir
Hjá unglingunum verður eisini neyðugt við umdysti, tí tá avtornaði stóð á jøvnum í oddanum millum tveir telvarar, sum tí skulu í umdyst í morgin um FM-heitið. Teir eru Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag og Brestir Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag.
Fjúrtan kappaðust í unglingabólkinum. Teir fremstu tríggir eru:
1-2. Rókur Davidsen, KTF 5½
1-2 Brestir Samuelsen, HT 5½
3. Jónas Sólsker, KTF 5
FM-umdysturin
Í morgin leygardagin – páskaaftan – fæst at vita, hvør verður føroyameistari í talvi 2021. Skal Høgni Egilstoft Nielsen endurvinna FM-heitið, ella fer Martin Poulsen at ogna sær sítt fimta FM-heiti – og hitt fyrsta síðani 2009?
Telvað verður á Skúlatrøð í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 14.00. Umdysturin verður skipaður soleiðis, at fyrst er kviktelving á skránni. Tvey talv – eitt við hvørjum liti. Verður úrslitið 1-1, verður farið undir snartelving. Aftur tvey talv – eitt við hvørjum liti. Stendur framvegis á jøvnum skal finalan um FM-heitið loksins avgerast í einum endaligum Armageddon-talvi.
Her eru reglurnar fyri umdystinum útgreinaðar:
1 Kviktelving
Telvararnir hava 25 minuttir hvør umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Stendur á jøvnum eftir kvikkappingina, verður farið víðari.
2 Snartelving
Telvararnir fáa tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik.
3. Armageddon
Endar snartelvingin eisini jøvn, verður avgerðin at falla í sonevndum Armageddon-talvi. Tá fær hvítur seks minuttir og svartur fimm minuttir. Endar talvið javnt, vinnur telvarin við svarta fólkinum.
Umdystirnir – vaksnir og unglingar – byrja sum nevnt leygardagin 3. apríl klokkan 14.00. Til ber at fylgja við beinleiðis leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.