Dagsins úrslit í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum lagaða seg soleiðis, at neyðugt verður við umdysti.
Í landsliðsbólkinum eydnaðist tað Høgna Egilstoft Nielsen at vinna á Hans Kristiani Simonsen, samstundis sum Martin Poulsen vann á Samsoni Højgaard. Høgni og Martin endaði tískil javnir á 1. plássi við 6 stigum hvør.
Í unglingabólkinum eydnaðist tað Bresti Samuelsen at vinna á oddafiskinum Jónasi Sólksker, samstundis sum Rókur Davidsen vann sítt talv móti Peturi G. Magnussen. Rókur og Brestir endaði tískil javnir á 1. plássi við 5,5 stigum hvør.
Umdysturin verður í morgin, 3. apríl kl. 14.00. Telvað verður á Skúlatrøð í Klaksvík, og talvini verða víst beinleiðis á http://live.faroechess.com
Telvarirnir eru tískil hesir:
- Landsliðsbólkur: Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen
- Unglingabólkur: Rókur Davidsen og Brestir Samuelsen
Telvað verður soleiðis um FM, bæði í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum:
- Tvey talv á 25 min. + 5 sek. pr. leik
- Stendur enn á jøvnum, verða tvey talv á 3 min. + 2 sek. telvað.
- Stendur enn á jøvnum, verður eitt Armageddon talv telvað. Hvítur hevur 6 min., svartur hevur 5 min. Svartur vinnur um talvið endar remis.