Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á chess.com

Talvkapping á chess.com

Leygardagin, 6. februar 2021 kl. 18.00, verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Fyri at luttaka í kappingini leygardagin, er neyðugt at hava ein brúkara á chess.com. Tað kostar einki at gera sær ein brúkara. Tá brúkarin er gjørdur, skal biðjast um limaskap í bólkinum “Talvsamband Føroya”. Bólkurin er at finna við at trýsta á her: Talvsamband Føroya

Fyri at sleppa í bólkin hjá Talvsambandi Føroya, so skal mann síggja, hvør eigur brúkarnar. 

Kappingin byrjar leygardagin kl. 18.00. Telvað verða 7 umfør. Tíðin er 10 min. + 5 sek. fyri hvørt talvið.

Tilmelding higartil sæst her: Tilmelding

Sjálv kappingin er at finna her: Net-Kvik (GP7)

Ein tíma áðrenn kappingin byrjar, t.v.s. kl. 17.00 leygardagin, letur chess.com upp fyri, at mann kann tilmelda seg til kappingina. T.v.s. at øll sum skulu luttaka í kappingini skulu verða inn á chess.com millum kl. 17.00 og 18.00 leygardagin, og melda seg til kappingina. 

Um spurningar ella ivamál eru, so eru tit vælkomin at venda tykkum til telefon 740400 ella teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com.

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.