Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Eingin telving næstu 2 vikurnar

Eingin telving næstu 2 vikurnar

Vegna korona støðuna verður eingin telving næstu 14 dagarnar. Hetta hevur við sær, at 6. umfar í liðkappingini, Rókur-Open og 7. umfar í unglingum verður útsett.

Um tað verður mett ráðiligt, so verður telvað aftur 24. januar, tá 6. umfar í liðkappingini verður telvað. Meira kunning kemur seinni, um hvussu restin av kappingarárinum verður skipað.

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.