Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Finalubólkar í 3. deild

Finalubólkar í 3. deild

Fram til jólar hevur verið telvað í tveimum bólkum í 3. deild. Nú verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í A bólkin, meðan 3 tey niðastu liðini koma í B bólkin.

Vinnarin av A bólkinum flytur upp í 2. deild.

Nær telvað verður, og hvørjum telvað verður móti, sæst her: Kappingarskrá

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.