Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 29. november verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2021. 10 føroyskir telvarar sleppa við.

Telvað verður í Snjallabjalla í Klaksvík. Byrjað verður kl. 14.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tó er tað soleiðis í bólki E, at bara 8 teir bestu telvararnir í undankappingini, kunnu koma við til NM.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2001 til 2003
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2004 og 2005
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2006 og 2007
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2008 og 2009
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2010 ella seinni

2 tey bestu í finaluni sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2020. Vinnarin verður Føroyameistari.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 27. novembur kl. 20.00:

send teldupost til:  kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

 

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.