Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í talvhølinum hjá Tofta Talvfelag dagarnar 27. og 28. november.

Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 19.00, tá FM-Snar verður telvað. Leygardagin verður FM-Kvik telvað. Byrjað verður kl. 13.00. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

 

FM-Snar:

Tíð:

Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.

Virðislønir:

  1. 2.500 kr.
  2. 1.500 kr.
  3. 1.000 kr.

Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 150 kr. 

Undir 18 ár 100 kr. 

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi hóskvøldið 26. november kl. 20.00.

Tilmelding higartil: Chess-Results Server Chess-results.com – FM-Snar (GP4) (chess-results.com)

 

FM-Kvik:

Tíð:

Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.

Virðislønir:

  1. 2.500 kr.
  2. 1.500 kr.
  3. 1.000 kr.

Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 150 kr. 

Undir 18 ár 100 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi hóskvøldið 26. november kl. 20.00.

Tilmelding higartil: Chess-Results Server Chess-results.com – FM-Kvik (GP5) (chess-results.com)

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …