Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Felagsumfar í liðkappingini

Felagsumfar í liðkappingini

Sunnudagin 22. november verður felagsumfar telvað í liðkappingini. Allar deildirnar telva á Miðnámi í Vestmanna. Korona tilmælini verða fylgd.

Eins og vanligt, so verða talvini sett í gongd kl. 14 sunnudagin.

Í samband við korona farsóttina skulu telvararnir halda seg til sína deild. Vesini eru eisini býtt sundur millum deildirnar.

Vanligt er at taka í hondina á hvørjum øðrum, áðrenn og eftir talvið, hetta verður frámælt.

Allir telvarar skulu spritta hendurnar, áðrenn talvið byrjar.

Heitt verður á telvarar at virða tilmælini. 

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.