Dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi hava verið í dag sunnudagin.
Í 1. deild halda vágamenn stílin. Fjórði tryggi sigurin á rað fekst til høldar uttan nakað vingl. Í felagshølunum í Sandavági var úrslitið 3-1 móti uppflutta liðnum úr Klaksvíkar Talvfelag.
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremru borðunum á ávikavist Finnbjørn Vang og Rana Baldursson. Á triðja og fjórða borði var remis. Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen fyri Sandavág og Haldur Suni Johansen og Ingolf Gaard fyri Klaksvík.
Meistaravørrur
Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag er nú raknað við eftir ógvuliga lina byrjan. Í dag vunnu havnarmenn stórsigur á klaksvíkingum. Úrslitið av dystinum í Skákinum á Akursmørk var 3½-½ til Havnina. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Carl Eli Samuelsen telvaði remis á triðja borði. Á klaksvíksliðnum telvaðu Ólavur Simonsen, Wille Olsen, Terji Petersen og Tummas Martin Sólsker.
Triði dysturin í 1. deild millum Kollafjørð og Havnina 2 endaði javnur 2-2. Remis var á fyrsta borði millum Hans Kristian Simonsen og Luitjen Akselsson Apol, veteranurin hjá kollfirðingum, Bernhard Thomsen, vann á Rógva Mortensen, Margar Berg javnaði støðuna við sigri á Kaj Olsen, og á fjórða borði var remis millum Rógva Mørkøre og Heiðrik Jacobsen, sum nú er komin aftur í Havnar Telvingarfelag eftir eitt ár í Kollafjarðar talvfelag.
Úrslitini sunnudagin:
Sandavágur – Klaksvík B 3 – 1
Klaksvík – Havnin ½ – 3½
Kollafjørður – Havnin B 2 – 2
Støðan í 1. deild:
Sandavágur 12½
Havnin 9
Kollafjørður 7
Klaksvík B 7
Klaksvík A 6½
Havnin B 6
Nú verður bíðað eftir fyrra toppdystinum millum vágamenn og havnarmenn. Hann verður um tvær vikur, tá fimta umfar er á skránni. Tíggju umfør eru í alt.
Hinar deildirnar
Vestmanna Talvfelag tykjast longu at hava sett beina kós móti uppflyting úr 2. deild í 1. deild. Eftir dystirnar í fjórða umfari hava teir vunnið sær trygga leiðslu. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen.
Støðan í 2. deild
Vestmanna 13½
Klaksvík 8½
Sandavágur 7½
Havnin 7
Kollafjørður 6½
Runavík 5
Í 3. deild er Gøtu Talvfelag á odda í øðrum bólkinum og felagið Rókur í Sundalagnum er fremst í hinum. Tólv lið telva í 3. deild – seks í hvørjum bólki.
Í ár er unglingadeildin sett á stovn aftur. Seks lið kappast, Klaksvík og Havnin eru lopin avstað við Sandavági í hølunum á teimum.
Meira sæst um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.
Telvað verður aftur í øllum deildum annan sunnudag, tá fimta umfar stendur fyri tørni.