Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni vann spennandi finalu

Høgni vann spennandi finalu

Tað var spenningur við lít, tá Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol tóku finaludystin um FM-heitið í talvi seinnapartin.

14 ára gamli Luitjen vann fyrra kviktalvið við hvíta fólkinum, og í tí seinna gekk leingi javnt á, men at endanum eydnaðist Høgna at gera bart.
 
Nú var 1-1, og so mátti farast undir snartelvingina. Fyrra talvið vann Høgni, men í seinna talvinum var Luitjen við yvirlutan og hevði at kalla vunna støðu, men tíðin er sum kunnugt ógvuliga knøpp, tá snartelvað verður, og endin var, at hann tapti upp á tíð.
 
Tað var tí upp á eitt hangandi hár, at FM-heitið loksins varð avgjørt í sonevndum Armageddon-finalutalvi.
 
FM-finalan endaði tí 3-1 til favorittin Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, ið sostatt er føroyameistari 2020. Hetta er annað FM-heiti hansara í einstaklingstalvi.
 
At Luitjen stóð seg so væl í kappingini man vera dømi um, at her er ein sera gávaður telvari ávegis.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …