Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvumdysturin

Talvumdysturin

Klokkan 14.00 í dag verður fyrsti leikurin fluttur í umdystinum um FM-heitið í talvi millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.

 
Telvað verður soleiðis:
 
 
1 Kviktelving
 
Telvararnir hava 25 minuttir hvør umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Stendur á jøvnum eftir kvkikkappingina, verður farið víðar.
 
 
2 Snartelving
 
Telvararnir fáa tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik. 
 
 
3. Armageddon
 
Endar snartelvingin eisini jøvn, verður avgerðin at falla í sonevndum Armageddon-talvi. Tá fær hvítur seks minuttir og svartur fimm minuttir. Endar talvið javnt, vinnur telvarin við svarta fólkinum.
 
 
 
 
Tíggjundi FM-umdysturin
 
Síðani farið var undir regluligar FM-kappingar í talvi fyri einstaklingar í 1972, er hetta tíggjunda ferðin, at tað stendur á jøvnum í oddanum millum tveir ella fleiri telvarar, soleiðis at neyðugt er við umdysti at kjósa vinnaran. 
 
Her sæst yvirlitið yvir undanfarnar FM-finalur – vinnarin settur við feitum stavum.
 
 
1976 Luitjen Apol HT – Petur Eli Mikkelsen GT
 
1978 John Jacobsen VT – Símun Absalonsen KTF
 
1979 Jens Chr. Hansen TT – Jóan P. Midjord HT
 
1996 Rógvi W. Rasmussen HT – Torkil Nielsen ST
 
1998 John Rødgård VT – Heini Olsen KTF
 
2000 Flóvin Tór Næs HT – John Rødgaard VT & Torbjørn Thomsen KT
 
2003 Martin Poulsen HT – Flóvin Tór Næs HT & Ólavur Simonsen KTF
 
2005 Carl Eli N. Samuelsen VT – Martin Poulsen HT
 
2007 John Rødgård VT – Martin Poulsen HT
 
 
Fylgjast kann við finaluni í dag leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.
 
Telvað verður í Løkshøll í Runavík.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …