Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnin tvífelt FM-GULL !

Havnin tvífelt FM-GULL !

 

 

 

I yngra bólkinum, 4. flokkur og yngri, vann Havnin FM við 12 stigum, meðan Sandavágur og Klaksvík vunnu silvur og bronsu við ávikavíst 8½ og 4½ stigi.

 
Liðið úr Havnini var mannað við: Eli W. Finnsson, Áron R. Fjallheim, Leif R. Fjallheim, Kaj Olsen og Gilla Brend. U-10 føroyameistarin, Eli W. Finnsson, vann á 1. borði, øll talvini í innleiðandi umførunum og í finaluni.

Í eldra bólkinum, 5. flokk og eldri, hildu sera royndu unglingarnir úr Havnini fast um innleiðandi sigrarnar og vunnu FM-Gull við 11 stigum, meðan Sandavágur vann silvur við 8½ stigi og Klaksvík bronsuna við 4½ stigi.

 

Eldra FM-liðið var mannað við fyrrverandi og núverandi unglingaføroyameistarunum, Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Sáru Traber Olsen, umframt Rúna Tindskarð Jacobsen og Johan Hentze.

Telvað varð somuleiðis um heiðursmerkir í opnum kappingum.

 

Sandavágur gjørdist greiður vinnari í kappingini fyri 4. flokk og yngri, meðan Kollafjørður og Havnin gjørdist ávikavíst nr. 2 og 3.

 

Í eldra opna bólkinum vunnu lið úr Kollafirði heiðursmerkini. 

 

 

Samanumtikið var undirtøkan og ikki minst telvingin, sera hugalig og fløvandi. Ørgrynna av talentum sum, um viljin er til staðar, røkka hægstu tindar. 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.