Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP-Finalan verður telvað á netinum

GP-Finalan verður telvað á netinum

Fyrsta royndin við at hava talvkapping á netinum gekk sera væl. Heili 76 luttakarar luttóku í kappingini. Tí er avgjørt, at GP-Finalan eisini verður telvað á netinum. Kappingin verður chess.com leygardagin kl. 17:00. Øll eru vælkomin at luttaka.

Fyri at luttaka í kappingini, má mann hava ein brúkara á chess.com. Tað kostar einki at gera sær ein brúkara. Tá brúkarin er gjørdur, skal biðjast um limaskap í bólkinum “Talvsamband Føroya”. Bólkurin er at finna við at trýra á her: Talvsamband Føroya

Kappingin byrjar leygardagin kl. 17:00. Telvað verða 9 umfør. Tíðin er 10 min. + 5 sek. fyri hvørt talvið.

Tilmelding fer fram við at senda SMS til 271404, ella senda e-mail á kappingarleidarin@faroechess.com. Upplýsast skal navn og brúkarnavn á chess.com. Seinasta freist at tilmelda seg til kappingina er leygardagin kl. 12:00.

Tilmelding higartil sæst her: Tilmelding

Sjálv kappingin er at finna her: GP-Finala

Ein tíma áðrenn kappingin byrjar, t.v.s. kl. 16.00 leygardagin, letur chess.com upp fyri, at mann kann tilmelda seg til kappingina. T.v.s. at øll sum skulu luttaka í kappingini skulu verða inn á chess.com millum kl. 16.00 og 17.00 leygardagin, og melda seg til kappingina. 

Um spurningar ella ivamál eru, so eru tit vælkomin at venda tykkum til telefon 271404 ella e-mail til kappingarleidarin@faroechess.com.

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …