Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroysk telving í næstum

Føroysk telving í næstum

Heilsumyndugleikarnir mæla frá at savnast óneyðugt og í stórum tali. Tískil hava nevndin og kappingarleiðarin tikið ta avgerð, at allar kappingar – við undantak av Grand Prix – verða útsettar. Eingin veit í verandi løtu, hvussu leingi tilmælini vara, og tískil verður avgjørt seinni, nær kappingarnar verða telvaðar. Kunnað verður skjótast gjørligt.

Hetta merkir í stuttum:

  • Endaumfarið í liðkappingini er framvegis útsett.
  • Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi, sum skuldi vera í Runavík á páskum, er útsett.
  • Steypakappingin er útsett.
  • HT-Open verður telvað á netinum sum kvik-kapping, innbjóðing er á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.
  • Grand Prix finalan verður telvað á netinum. Lýsing kemur á heimasíðuna og á Facebook. 

Hóast keðiligu støðuna, so er eingin orsøk at keða seg. Nógvir møguleikar eru til telvarar á netinum. Skipað hevur verið fyri bæði barnakappingum og opnum kappingum; tað verður framvegis gjørt komandi tíðina, so tað er bara at halda seg framat. Lýsingar verða á Facebook-vanganum “Talvtos” og “Talvsamband Føroya”.

Vónandi verður alt meira vanligt aftur skjótt, og veri nú góð við hvønn annan í fjarstøðu.

Við talvkvøðu, Finnbjørn Vang, forseti

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.