Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / HT-Open verður telvað á netinum

HT-Open verður telvað á netinum

Tá ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp. Síðstu tíðina hevur ikki verið møguligt at fyriskipa tiltøk, sum samla nógv fólk. Tí hevur heldur eingin almenn talvkapping verið. Men tað gingu ikki nógvir dagar, áðrenn talvkappingar blivu fyriskiparar á netinum. Nú verður so ein roynd gjørd at fyriskipa eina “ordiliga” talvkapping á netinum.

HT-Open skuldi eftir ætlan verða telvað í Tórshavn fyri góðari viku síðani, men verður nú telvað á netinum leygardagin 28.03.2020. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum, ið hava verið í vetur. Øll eru vælkomin at luttaka í hesari kapping, eisini um mann ikki hevur luttikið í nakrari aðrari Grand Prix kapping.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 18:00. Telvað verða 7 umfør. Tíðin er 10 min. + 5 sek. fyri hvørt talvið. Kappingin verður telvað á heimasíðuni chess.com.

Tilmelding fer fram við at senda SMS til 271404, ella senda e-mail á kappingarleidarin@faroechess.com. Upplýsast skal navn og brúkarnavn á chess.com. Seinasta freist at tilmelda seg til kappingina er leygardagin kl. 12:00.

Tilmelding higartil sæst her: Tilmelding

Fyri at luttaka í kappingini, má mann hava ein brúkara á chess.com. Tað kostar einki at gera sær ein brúkara. Tá brúkarin er gjørdur, skal biðjast um limaskap í bólkinum “Talvsamband Føroya”. Bólkurin er at finna við at trýra á her: Talvsamband Føroya

Sjálv kappingin er at finna her: HT-Open (GP9)

Ein tíma áðrenn kappingin byrjar, t.v.s. kl. 17.00 leygardagin, letur chess.com upp fyri, at mann kann tilmelda seg til kappingina. T.v.s. at øll sum skulu luttaka í kappingini skulu verða inn á chess.com millum kl. 17.00 og 18.00 leygardagin, og melda seg til kappingina. 

Um spurningar ella ivamál eru, so eru tit vælkomin at venda tykkum til telefon 271404 ella e-mail til kappingarleidarin@faroechess.com.

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …