Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Eingin telving komandi 2 vikurnar

Eingin telving komandi 2 vikurnar

Eftir at heilsumyndugleikarnir eru komnir við tilráðingunum um, at vit skulu taka coronavirusið í álvara og avlýsa óneyðug almenn tiltøk, hevur Talvsamband Føroya avgjørt, at eingin telving verður næstu tíðina. 

Allar kappingar fram til 30.03.2020, sum TSF skipar fyri, eru útsettar. Kappingarnar eru: HT-Open, síðsta umfar í liðkappingini, GP-Finalan og ein barnakapping.

Støða verður tikin til, nær kappingarnar verða, tá heilsumyndugleikarnir koma við nýggjum tilráðingunum.

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Barna Grand Prix í Finsen

Leygardagin, 17. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í Finsen í Tórshavn. Øll …