Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barnakapping á Eiði 29. mars

Barnakapping á Eiði 29. mars

Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina. 

Kappingin verður telvað í skúlanum á Eiði 29. mars. Byrjað verður kl. 14.00.

Telvað verður í hesum aldursbólkum:

1. flokkur og yngri (f. 2012 ella seinni)

2.-3. flokkur (f. 2010-2011)

4.-5. flokkur (f. 2008-2009)

6.-10. flokkur (f. 2007-2003)

Aldursbólkarnir kunnu broytast, um tað passar betri til tilmeldingarnar.

Heiðursmerki verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Tilmelding í seinasta lagi hósdag 26. mars við telduposti: kappingarleidarin@faroechess.com ella við sms-boðum til tel. 271404. Upplýs navn, føðingardag og felag. Um barnið ikki er partur av einum felagi upplýs so bygd ella bý.

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.