Hálv øld er nú liðin síðan menn komu saman at stovna eitt meginfelag fyri føroyska telving. Talvsamband Føroya var stovnað á fundi í Havn 14. februar í 1970. Talan er óivað um elsta sersamband innan kappingarítrótt í Føroyum.
Longu sama ár gjørdist Talvsamband Føroya limur í altjóða talvsamgonguni FIDE, og umboðaði Føroyar á talvolympiadu í Týsklandi á heysti 1970. Tað man vera fyrsta ferðin, at Føroyar hava verið umboðaðar í stórari kappingarstevnu við egnum landsliði. Tilvildin lagaði tað so, at í einum av fyrstu dystunum ta ferðina møttu føroyingar Sovjetsamveldinum, sum var suverent einaveldi innan telving í heilan mansaldur. Hetta var sostatt elddópur við lít.
Neyvan í nakrari aðrari kappingargrein hava Føroyar spælt so nógvar landsdystir sum í talvi. Bara á talvolympiadunum eru Føroyar skrásettar fyri meira enn 330 landsdystir í sløk 50 ár. Tá eru EM-dystir, smálandakappingar, 8-landakappingar og dystir móti Íslandi ikki íroknaðir.
Talv er aldargomul siðmenning í Føroyum. Fornfrøðiligir útgrevstir geva ábendingar um, at telvað hevur verið í Føroyum longu í elstu landnámstíðum. Kvæðini hava nógvar tilsipingar til talv, sama er í ferðafrásagnum hjá Tarnovius, Lucas Debes og Svabo.
Talvfelag verður kortini ikki stovnað fyrr enn nógv seinni. Havnar Telvingarfelag, sum er hitt elsta av føroysku talvfeløgunum, var stovnað í 1923, og gongur tí móti teimum hundrað árunum.
Í dag eru níggju talvfeløg virkin í landskappingini. Í alt 224 telvarar standa á styrkilistunum hjá hesum níggju feløgum til kappingina í vetur.
Talvsamband Føroyar ætlar at gera eitthvørt burturúr í ár, nú felagsskapurin fyllir hálvthundrað.
Gøtumenn fáa eitt hugskot
Tankin um at samskipa telvingina í Føroyum í eitt meginfelag, man ivaleyst hava verið frammi av og á gjøgnum árini, sum talvfeløg vórðu stovnað. Fyrsta, sum er til skjals um hetta, er bræv, sum Gøtu Talvfelag sendir Havnar Telvingarfelag á heysti í 1963. Brævið er sent formanni Havnar Telvingarfelags, Tórarinn Evensen,29. september 1963. Í brævinum stendur soleiðis:
Á fundi í felag okkara 29/9 í ár kom spurningurin um at stovna eitt landstalvfelag (meginfelag)fram. Skotið varð upp, at slíkt felag kom at bera navnið Føroya Talvfelag ella annað hóskandi navn. Viðtikið varð at seta spurningin fram fyri tykkara felag og heita á tykkum um at ganga
undan í málinum við stovnanini av tílíkum felag. Við vón um, at tit taka væl undir við hesum uppskoti, frætta vit fegnir aftur frá tykkum.
Við heilsan
Norðragøtu Talvfelag
Ásmundur Thomsen, formaður.
Havnin gongur undan
Havnar Telvingarfelag tekur av álvara málið upp á aðalfundi í februar í 1965. 20. februar fer soljóðandi skriv út til øll talvfeløg í landinum og allar bygdir, har menn regluliga koma saman at telva:
Á ársaðalfundi Havnar Telvingarfelags tann 3. februar í ár var tosað um at fáa stovnað eitt meginfelag fyri øll talvfeløg í Føroyum. Hesin tankin hevur ofta verið havdur á lofti, tá telvarar ymsastaðni úr Føroyum eru komnir saman til stevnur og kappingar, men er tíverri ikki vorðin veruleiki enn. Tað er eyðsæð, at telvingin í Føroyum kemur ikki til sín rætt, um hon fer at halda fram sum higartil, við at øll feløgini draga meira ella minni sjálvdrátt. Tað er umráðandi at fáa eitt talvsamband, ið skal fyrst og fremst skipa fyri føroyameistaraskapskapping og harumframt verja og umboða øll áhugamál hjá teim ymsu feløgunum.
Saman við hesum brævi varð eisini uppskot til felagslóg í níggju greinum, sum stigtakarnir í Havnar Telvingarfelag høvdu smíðað. Til stuttleikar verða her endurgivnar tær báðar fyrstu greinirnar í uppskotinum:
Grein 1.
Føroya Talvsamband er meginfelag fyri øll talvfeløg í Føroyum og hevur til endamáls at fremja og vekja ans fyri telving í Føroyum og
sum limur í ICCF at umboða føroyskar telvarar úteftir.
Grein 2
Til at fremja hetta endamál felagsins skal verða skipað fyri:
- kapping um føroyameistaraskapin,
- kappingum millum einstaklingar ogfeløg eins og brævkappingum og kappingum í loysing av talvtreytum,
- luttøku í ICCF-brævtelvingum,
- útgávu av talvblaðnum “Skák og Mát”, ið allir skulu halda, sum eru limir í Talvsambandinum.
Brævið og uppskotið til felagslóg varð sent feløgum og telvarum í Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Eiði, Kollafirði, Vestmanna, Sørvági, Miðvági, Tvøroyri, Vági og Sumba. Brævið endar soleiðis:
Um nakar veit um onnur talvfeløg í Føroyum enn tey omanfyri nevndu, gerið so væl at lata okkum frætta, og vit skulu so senda teimum eintak av lógaruppskotinum eisini. Vit rokna við, at øll feløgini geva hesum dygga undirtøku, og tað er okkara vón, at tit lata skjótt hoyra frá tykkum, so skjøtil kann verða settur á Føroya Talvsamband.
Við heilsu
- Havnar Telvingarfelag
Jákup Thomsen Tórarinn Evensen
(formaður) (skrivari)
Rubek til Lugano
Hóast hesa víðfevndu og inniligu roynd at fáa sett á stovn hitt føroyska megintalvfelagið spurdist onki burturúr í fyrsta umfari. Málið sovnaði aftur, og nøkur ár gingu, áðrenn nakað aftur hendi. Næsti leikurin í hesum talvinum verður fluttur í 1968. Tá fer ein felagslimur í Havnar Telvingarfelag, Rubek Rubeksen, av sínum eintingum eina ferð til Lugano har suðuri í Sveits, sum hetta heystið hýsir olympisku talvleikunum.
Rubek hevur í einari talvsending í útvarpinum sagt, at telvarar í Føroyum høvdu tá smáar vónir um at sleppa uppí altjóða talvsambandið, og hann var tí farin hesa ferðina fyri at hitta teir, sum høvdu við slíkar spurningar at gera. Vóru føroyskir telvarar ivingasamir um altjóða limaskap er tað helst ikki at undrast á, tí undan talvsambandinum hevði onki annað føroyskt sersamband fingið altjóða
viðurkenning.
Í Lugano kom Rubek á tal við forsetan í altjóða talvfelagsskapinum, FIDE, Folke Rogard, sum var svii. Rubek fekk frá Rogard at vita, at skuldu Føroyar gerast limur í FIDE kravdist bara eitt, og tað var, at eitt landsfelag var, sum kundi umboða okkum. Rubek hitti eisini formannin í danska talvsambandinum, Ole Schøller Larsen. Í fundarfrágreiðing síni frá FIDE-aðalfundinum í Lugano í danska talvblaðnum í januar 1969 nevnir Schøller Larsen eisini hjáveru Rubeks:
Thorshavn Skakklub havde iøvrigt en observatør ved kongressen for at undersøge mulighederne for at Færøerne kunne blive optaget som en selvstændig nation. Dette er ikke udelukket, da de amerikanske protektorater Puerto Rico og Virgin Islands (Jomfruøerne) er medlemmer, og man derfor vil få vanskeligt ved at nægte Færøerne optagelse. Jeg meddelte formanden (Rubek Rubeksen), at vi ikke ville modsætte os Færøernes optagelse, men at vi naturligvis hellere så klubben indmeldt i DSU (Dansk Skakunion). Dette mente Rubeksen ikke var muligt.
Danskt fyrivarni
Hendan, millum reglurnar at hóma, ikki sørt ullinta støða, danir hava í spurninginum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap, var ikki heilt nýggj. Føroyingar komu sum nevnt tíðliga uppí altjóða felagsskapin fyri brævtelving, ICCF, sum øll tey fyrstu mongu árini var óheftur av
FIDE. Hesin felagsskapur varð stovnaður í 1946, og takkað veri B. H. Wood – bretski meistaratelvarin og heiti føroyavinurin – vóru føroyingar beinanvegin bodnir uppí millumtjóða brævtelving og fingu limaskap í ICCF. At hetta ikki hóvaði dønum ber brævaskiftið millum formannin í ICCF, svian Erik Larsson, og formannin í Havnar Telvingarfelag, Tórarinn Evensen, vitnisburð um. Í brævi, 6. juni 1957, skrivar ICCF-formaðurin soleiðis:
Tack for kort 31/5. Spörsmålet angående Färöernas egen representation i ICCF har inte tagits upp av ICCF ledningen utan på sin tid (på Amsterdam mötet bl. a.) av Danmarks dåvarande delegat Mogens Christensen. Då Mogens Christensen numera är avsatt så var hans åsikt i frågan kanske inte lika med den officiella på danskt håll. Det har jo ofta kommit anmarkningar att Färöarna har eget lag. Man säger att det vara det samma som om Gotland hade eget lag. Då Färöarna lange varit en självständig medlem av ICCF skulle jag for min personliga del helst vilja se att så även blir i fortsättningen. Om ni ej är anslutna till Dansk Skakunion på något sätt ej heller i närschack så bör det vara klart att ICCF bor ha rätt att själv avgöra frågan. ICCFs grundprincip är att ingen skall hindras från deltagende i våra turneringar.
Hälsningar
Erik Larsson
Í Lugano hevði Schøller Larsen spurt Rubek, hví ongin danskur telvari var boðin við í kappingarnar, sum vóru í Havn í 1963 og 1967, tá Ólafsson, Wood og aðrir útlendingar luttóku. Rubek spurdi afturímóti, hví føroyskir telvarar ikki høvdu verið bodnir at telva í donskum kappingum. Árið eftir kom tann fyrsta innbjóðingin til føroyingar um at senda eitt umboð í almennu kappingina um danmarkarmeistaraheitið fyri unglingar!
Umframt føroyska umboðið í hesari kapping, sum var í Næstved á sumri í 1969, var eisini Jákup Thomsen, formaður í Havnar Telvingarfelag, við á ferðini. Hann hitti í Næstved formannin í danska talvsambandinum, og aftur mól upp spurningurin um føroyska innliman í FIDE. Jákup fekk tá varhugan av, at danir ongar ætlanir høvdu um at seta seg ímóti føroyskum limaskapi í FIDE. Jákup Thomsen hevur í talvsending í útvarpinum sagt so um prátið, hann hevði við DSU-formannin í Næstved í 1969:
…tá helt eg, teir skiltu, at skuldu vit yvirhøvur gera okkum tankar um at koma við í altjóða telving, so bar ikki til at koma sum ein partur av tí danska talvsambandinum…
Eggjaðir av teim signalum, ið samrøðan í Næstved var ábending um, og tí, sum FIDEforsetin hevði sagt Rubeki í Lugano, hildu menn, at stundin nú var komin at fara undir neyðturviligu fyrireikingarnar til at seta á stovn hitt føroyska talvsambandið.
Skjøtil verður settur
Eftir nýggjár í 1970 møttust í Havn umboð frá talvfeløgunum í Gøtu, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn. Á hesum fundi varð samtykt at stovna landsfelag og at boða til stovnandi aðalfundar í Tórshavn 14. februar.
Í eina arbeiðsnevnd, sum var sett at fyrireika aðalfundin og gera uppskot til felagslóg komu Hanus Joensen úr Kollafirði og Rubek Rubeksen og Jákup Thomsen úr Havn. Alment vórðu øll áhugað feløg boðin til fundin.
- februar varð so landsfelag stovnað við heitinum Talvsamband Føroya, og lógir tess samtyktar. Møtt vóru 28 umboð úr níggju feløgum: Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn.
Í nevnd vóru valdir Jákup Thomsen, Tórshavn, Hanus Joensen, Kollafirði, Sjúrður Lómstein, Gøtu og Samson Højgaard og Hans Petersen, báðir úr Vestmanna. Aðalfundurin samtykti eisini at fara undir føroyameistarakapping fyri lið. Reglugerð fyri kappingina, sum arbeiðsnevndin hevði evnað til, varð góðkend.
Á tí fyrsta nevndarfundinum 1. mars skipaði nevndin seg við Jákupi Thomsen sum formanni, Samson Højgaard, varaformanni, Hanus Joensen, kassameistara og Hans Petersen sum skrivara. Fundurin samtykti:
1) at søkja til Landsstýrið um ókeypis ferð við strandferðsluni til talvkappingar.
2) at søkja um limaskap í FIDE.
3) at boða frá luttøku til talvolympiaduna í Siegen, Vesturtýsklandi, sama ár.
Táverandi forsetin í FIDE, Folke Rogard, úr Svøríki, gav Føroyum loyvi til at luttaka á talvolympiaduni, men viðvíkjandi limaskapinum í FIDE vildi hann fyrst hava nágreiniligari vitan, um møguligt samband millum Talvsamband Føroya og Dansk Skakunion. Annars skuldi limaskapurin koma til viðgerðar á aðalfundinum hjá FIDE seinni á árinum.
Á FIDE-aðalfundinum í Siegen fekk Talvsamband Føroya viðurkenning sum sjálvstøðugur limur. Stóra tøkk eiga uppiborið áðurnevndi Folke Rogard og ikki minni Dansk Skak Union við ágrýtna formanni sínum Ole Schøller Larsen, at so væl gekst, stendur í gerðarbók Talvsambandsins um FIDE-aðalfundin í Siegen.
Talvsamband Føroya var nú vorðin veruleiki, og fyri føroyska telving var hetta onki minni enn ein kollvelting.