18 telvarar luttóku í Kjølur Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv unga stjørnuskotið í føroyskari telving, Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Árliga vikuskiftiskappingin Kjølur Open varð telvað farna vikuskiftið í Klaksvík. Umframt NM-hópin, sum skal luttaka í kapping í Danmark í næstum, vóru nakrir nýggir telvarar við, sum royndu seg á fyrsta sinni.
Luitjen A. Apol endaði kappingina á 1. plássi við 6,5 stignum. Hetta er fyrsti GP-sigur hjá honum. Andrias Danielsen og Heðin Gregersen gjørdust ávíkavist nr. 2. og 3 við 5,5 og 5 stigum.
Yvirhøvur telvaði vinnarin sannførandi gjøgnum alla kappingina, og setti einans ½ stig til av teimum 7 talvunum. Spenningur mundi komið í kappingina í 6. umfari, tá Janus Skaale hevði góða støðu ímóti Luitjen í rokaligum talvi, men Luitjen snúði sær við góðum mótálopi og vann talvið.
Andrias Danielsen hevði eisini eina góða kapping, og tryggjaði sær 2. plássið frammanfyri Heðin Gregersen.
Samanumtikið gekk kappingin væl og var merkt av, at nógvir ungir luttakarar vóru við. Millum yngru telvararnar, ið gjørdu vart við seg, vóru Elias Petersen úr Havnar Telvgarfelag og Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag, ið fingu ávíkavist 4,5 og 4 stig.
Ratingsvirðislønirnar fingu Janus Skaale og Elias Petersen. Janus var best í bólkinum 1200-1800, meðan Elias vann bólkin fyri teir við rating niðanfyri 1200.
Gávukort frá Pizzaria Hjá Frank vóru eisini burturlutað millum yngstu telvararnar, og lutakstinum tók Helgi Dam Ziska sær av.
Øll úrslitini eru at finna her: http://chess-results.com/tnr509073.aspx?lan=7&art=1
Kjølur Open var partur av fyrireikingini hjá ungu NM luttakarunum, sum fara at kappast móti javnaldrum úr norðurlondur í næsta mánaði. Spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast hjá teimum.
Klaksvíkar Talvfelag