21 telvarar luttóku í Rókur-Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv Leif Reinert Fjallheim.
Tað eru nøkur ár síðani, at talvkapping hevur verið á Oyrarbakka. Men í ár var Bergur Johannesen aftur klárur at skipa fyri Rókur-Open, sum hevur verið best umtókta open-kapping gjøgnum árini. Aftur hesuferð varð væl fyriskipað.
Eins og væntað áðrenn kappingini, so vóru tað Hans Kristian, Luitjen og Leif, sum kappaðstu um tey ovastu plássini. Tað er gleðiligt at síggja, at ungir telvarar aftur byrja at bjóða teimum meira royndu telvarunum av. Bæði Leif og Luitjen kláraðu at vinna á Hans Kristiani.
Leif endaði kappingina á 1. plássi við 6 stignum. Hetta er fyrsti GP-sigur hjá Leif. Hans Kristian og Luitjen fingu báðir 5 stig, men Hans Kristian hevði betur mótstøðustig og endaði tí nr. 2.
Aðrir bjóðaðu eisini toppinum av. Margar hevði eina góða kappingin. M.a. var hann einasti telvarin, sum kláraði at vinna á Leif. Hann fekk eins og Hans Kristian og Luitjen 5 stig, men hevði verri mótstøðustig enn teir báðir, og endaði tí á einum 4. plássi.
Ratingsvirðislønirnar fingu Rógvi Mørkøre og sjálvur fyriskiparin Bergur. Rógvi var best í bólkinum 1001-1700, meðan Bergur vann bólkin fyri teir, sum einki rating hava.
Øll úrslitini eru at finna her: http://chess-results.com/tnr506726.aspx?lan=7&art=1
Kappingin er eisini partur av fyrireikingini hjá ungu NM luttakarunum, sum fara at kappast móti javnaldrum úr norðurlondur í næsta mánaði. Spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast hjá teimum.
Næsta GP-kapping verður í Klaksvík í døgunum 7.-9. februar.