Tað er nógv telving á skránni hetta vikuskifti. Kappast verður um FM-heitið í bæði snar- og kviktelving fyri einstaklingar, og sunnudagin verður toppdystur í landskappingini.
Kappingin um FM-heitið í snartelving hevur verið í Løkshøll í Runavík í kvøld, og í morgin verður hildið fram við kvikkappingini.
Toppurin við
Tað gleðiliga er, at flest allir av okkara fremstu telvarum eru við í FM-kappingunum í kvik- og snartelving. Nevnast kunnu Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Hans Kristian Simonsen, Finnbjørn vang o.a.
Helgi vann snarkappingina ógvuliga sannførandi í kvøld. Hann fekk í alt tíggju av ellivu stigum. Hann tapti fyri Høgna Egilstoft Nielsen, men vann hini tíggju talvini.
Endaliga støðan í toppinum gjørdist henda:
1.Helgi Dam Ziska, HT 10 stig
2.Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9
3.Finnbjørm Vang, KTF 7½
4.Rógvi Egilstoft Nielsen, KTF 7½
5.Martin Poulsen, HT 7
Í alt 33 telvarar kappaðust. Helgi Dam Ziska hevur vunnið árliga FM-heitið í snartelving á hvørjum ári síðani 2004 við tveimum undantøkum; í 2012 vann John Rødgaard og í fjør vann Rógvi Egilstoft Nielsen. Tey árini luttók Helgi ikki. Vinnarin fær 2.500 kr.
Í snarkappingini eru reglurnar tær, at tríggir minuttir eru í part til hvørt talvið umframt tvey sekund fyri leikin. Í kvikkappingini hevur hvør telvari tíggju minuttir til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin. FM í kviktalvi byrjar í Løkshøll klokkan ellivu í morgin fyrrapartin.
Fylgjast kann við beinleiðis á http://live.faroechess.com
Oddabrak sunnudagin
Dystirnir í fimta umfari í liðkappingini millum feløg verða telvaðir sunnudagin í øllum trimum deildum. Eftir tað er landskappingin hálvrunnin.
Í 1. deild hevur FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag verið heilt suveren fyrstu fýra umførini. Tríggjar av dystunum hava teir vunnið við fullum stigatali – 4-0. Fjórða dystin vunnu teir 3-1. Teir hava tí 15 av 16 møguligum stigum higartil. Teir hava tí eisini vunnið sær høgliga leiðslu, og eru longu hálvtfjórða stig undan fremsta kappingarneytanum.
Støðan í 1. deild er henda fyri fimta umfar sunnudagin:
Sandavágur 15 stig
Havnin 12½
Klaksvík 7½
Havnin B 6
Kollafjørður 4½
Vestmanna 3½
Í 4. umfari vóru úrslitini í 1. deild hesi: Sandavágur-Vestmanna 4-0, Havnin-Klaksvík 2-2 og Kollafjørður-Havnin B 2½-1½.
Havnin og Sandavágur
Sunnudagin bresta oddaliðini Sandavágur og Havnin saman í fyrra sínamillum dystinum. Eins og í fjør hevur Sandavágs Talvfelag støðugari manning enn Havnar Telvingarfelag. Havnarmenn hava ikki eina fasta kjarnu sum vágamenn, og tað merkist. Higartil hava átta telvarar skifst um tey fýra borðini á fyrsta liði hjá Havnar Telvingarfelag fyrstu fýra umførini. Tað gevur rímiligt størri sveiggj enn hjá vágamonnum, sum afturímóti hava eina fastari grundkjarnu, tó at teir eisini hava havt eykamenn í tveimum førum.
Dystirnir í fimta umfari í 1. deild sunnudagin eru hesir: Havnin-Sandavágur, Vestmanna-Kollafjørður og Havnin B-Klaksvík. Telvað verður sum nevnt í trimum deildum. Í 2. deild eru liðini seks og í 3. deild eru tey ellivu í alt. Í 2. deild er Havnar Telvingarfelag á odda við 10 stigum. Kollafjørður hevur 9½ stig og Klaksvík 8½. Í 3. deild er Tofta Talvfelag á odda við 13½ stigi.
Allir dystir byrja klokkan 14 sunnudagin. Toppdysturin í 1. deild millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag verður í Gula Skúla við Landavegin í Havn.