Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 24. novembur verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. 10 føroyskir telvarar sleppa við.

Telvað verður í skúlanum á Giljanesi í Sandavági. Byrjað verður kl. 14.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tó er tað soleiðis í bólki E, at bara 8 teir bestu telvararnir í undankappingini, kunnu koma við til NM.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2000 til 2002
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2003 og 2004
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2005 og 2006
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2007 og 2008
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2009 ella seinni

2 tey bestu í finaluni sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. Vinnarin verður Føroyameistari.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 22. novembur kl. 20.00:

send teldupost til:  kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

 

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.