Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Til allar tíðir goymdur í talvhjarta Føroya

Til allar tíðir goymdur í talvhjarta Føroya

 

 

Familjumaður, ein son, góða útbúgving og arbeiði. Sera væl dámdur av næmingum, telvarum – ja, øllum, sum á ein hvønn hátt gjørdust partur av talvinum, har hvør leikur ikki var ein spurningur um at flyta, men ein spurningur um rætta innihaldið.

 

Nøgdsemi, gleði og tankar og visiónir um, hvussu endaspælið varð telvað á frægasta hátt og visiónir um, hvussu føroysk telving kundi mennast enn meiri.

Men ikki minst hevði hann prógvað, at hann var ein hin sterkasti telvarin í Føroysku talvsøguni.
Tíðin gekk undan. Ekki.Vónloysi. Telvarar reistust frá borðunum.
Tíðin fór.
Klokkan varð steðgað.
Ein ófatilig tragedia, at eitt vunnið talv soleiðis varð kolldømt. Lagnan og lívsins órannsakiligi veruleiki tók yvir.
Vit heilsaðu og søgdu tær farvæl sólskinsdagin norðuri í Klaksvík, har prestur við vælvaldum orðum lýsti lívsleiðina, las upp yrking frá Steintóri Rasmussen og heilsan frá Klaksvíkar Talvfelag, næmingar heilsaðu og har Eyðun Nolsøe sang “Ljós”, umframt kórsang. Mannfjøldin var stór.
Ein vøkur og fløvandi løta, tá sorgin var næst.

 

 

 

   

 

.

Tveir mánaðir eftir at Heini varð borin í heim, tóku menn seg saman at stovna Talvsamband Føroya. Onki visti man um hetta samanfall tá. Telvað hevði verið í langar tíðir í Føroyum, men nú skuldi koma skil á. Og tað kom tað. Í dag, afturlítandi, hóma vit ein samanhang – eina nýggja byrjan.

Passiónin og nærlagni, har tað hevði týdning at kenna bakrundina, lesa og studera talv, kom rættiliga til sjóndar við Heina, sum flutti av Eiði til Klaksvíkar 10 ára gamalur.

 

Klaksvíkar Talvfelag, við eldsálini Peturi Hans á odda, kom av álvara á vinnarakós við nærlagna unglinginum, sum uttan iva var

viðvirkandi til fyrsta FM-heitið fyri lið hjá Klaksvíkinum í 1988 

       

 

 Ein inspirator av aðrari verð, sum umframt hansara egnu 5 FM heiti fyri eintaklingar, til miklan stoltleika, fyri Klaksvíkina, eisini fekk vinmennirnar Steintór, Eyðun og Rana at trúgva uppá egnan mátt og megi, til tess at náa FM-tindarnar. Kapasitetur, sum ger mun.

   

 

 

 

 

 Sera, sera stoltur var hann, tá tað eyðnaðist Føroyum at gerast besta smátjóðin í talvi í Evropa 2009. Gull. Umframt John, var hann umgirdur av unglingum, Helga, Rógva og Hjalta. Stundum stóð nógv á hjá teim yngru, men hansara positiva lyndi fekk teir at fokusera og ikki minst at trúgva uppá at tað ber til. Tað bar til. Og Heini ressaðist av álvara.

       

 

 Løtan er til stórar visiónir.

 

Detaljurnar vóru Heina næstar. Óansæð um talvið var vunnið ella tapt, so varð hvør leikur endavendur fleiri ferðir. Passiónin var eyðsýnd.

 

Eitt talv er ikki eitt talv, men á einhvønn hátt eitt listaverk. Tí vitugur sum hann var, var ein søga handan – nærum – einhvønn leik og einhvørja støðu.

 

Seinasta dømi um alstóru vitanina innan telvingina bleiv staðfest í Reykjavik Open 2010, har telvarar ógvaðust við vitanina hjá Heina, sum hevði æruna av sigri í spurnarkapping innan talv, við 29½ av 30 møguligum.

 

Gunnar Bjørnsson, talvforseti Íslands, heilsar Føroyum við samkenslu og sum varð kunngjørd íslendska talvumhvørvinum: “Deepest condolence from me and the Iceland chess society to Faroe chessplayers and his family”.

 

 

     

 

 Tað er ikki bert í nærumhvørvinum at skelkurin er stórur. Heini er væl kendur í altjóða talvheiminum, har telvað hevur verið í ótal av altjóða kappingum. Ikki minst hevur OL-luttøkan í 1988, 1992, 1996, 2000, 2002, 2008 verið til miklan sóma fyri Føroyar: 69 talv: 23 sigrar, 27 javnleikir og 19 tap – ein skora uppá heili 53%.

 

Og heimsins besti telvari nakrantíð, Garry Kasparov, hevði ivaleyst undan telvingini kannað eftir og staðfest, hvar ein ikki skal fara í hólmgongu, tá hann telvdi fjøltalv ímóti føroyska landsliðnum. Heini telvdi tryggan javnleik, har heimsmeistarin staðfesti, at fyrireikingin var optimal hjá Heina. Onki at koma eftir. Remis.

 

 

 

 

 

 

 

 

 Vit standa øll í brattlendi og langt er á mál, men mín inniliga vón skal verða, at vit hvør í sínum lagi, styðja hvønn annan uppá slætt. Tí tá komið er uppá slætt, fáa vit útsýnið aftur. Vit síggja allar detaljurnar, leikirnar, menniskja og telvaran, Heina Olsen.

 

Góða Nikolina, Høgni, Poul Andrias, Rógvi, Wille, foreldur og familja.

 

Telvarar drýpa høvur í djúpari sorg, sakni og virðing um Heina og tann stóra týdning hann hevur havt fyri føroyska telving.

 

       

 

 

Eins nívandi sorgin og saknurin er, eins varandi verður minnið um Heina Olsen.

 

Jógvan Joensen

forseti

Talvsamand Føroya

   

 

 

 

 

 

 

 

 

 

     

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …