Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Lítil áhugi fyri FM

Lítil áhugi fyri FM

Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi verður í Havn um páskirnar.

Nú tilmeldingarfreistin var úti, var so lítil undirtøka fyri kappingini, at Havnar Telvingarfelag, sum fyrireikar kappingina, hevur gjørt av at útseta freistina til á midnátt í morgin týsdagin.

Í løtuni hava 32 telvarar boðað frá luttøku. Í fjør vóru teir 45. Men tað er lítið fyri at rokna afturímóti fyrr, tá ið einir trýss telvarar í miðal vóru við til hesar árligu FM-stevnurnar. Sum er hava bara seks unglingar boðað frá luttøku. Fyrst í 80-unum plagdi talið á unglingum at liggja um tretivu í alt.

Fyrireikararnir hava annars spent seg út og skipa so fyri, at tríggir sterkir útlendskir telvarar eru við í Landsliðsbólkinum. Endamálið er, at føroysku telvararnir skulu hava møguleika at tryggja sær normar til heitið sum altjóða meistari, tí útlendsku telvararnir borga fyri, at Landsliðsbólkurin fær gildi sum altjóða kapping.

Tíggju telvarar manna Landsliðsbólkin. Í løtuni stendur 13 ára gamli unglingaføroyameistarin Luitjen A. Apol til at gerast tann yngsti, sum hevur kappast í Landsliðsbólkinum. Men ikki fyrr enn mikumorgunin verður endaligi luttakaralistin greiður.

Teir tíggju, sum í løtuni standa til at manna Landsliðsbólkin, eru hesir:

GM Helgi Dam Ziska, HT 2538

GM Normunds Miezis 2464 (Lettland)

GM Carsten Høi 2359 (Danmark)

FM Drazen Dragezevic 2334 (Svøríki)

Sjúrður Thorsteinsson, HT 2222

FM Olaf Berg, HT 2212

FM Carl Eli Samuelsen, HT 2208

Hans Kristian Simonsen, KT 2147

Herluf Hansen, HT 2007

Luitjen A. Apol, HT 1945

 

 

Umframt Landsliðsbólkin verður eisini telvað í 1. bólki, almenna bólkinum og unglingabólkinum.

Kappingin byrjar leygardagin 13. apríl og endar leygardagin 20. apríl. Telvað verður á Finsen í Havn.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …