Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Endaðu triðfremstir

Endaðu triðfremstir

Føroyar gjørdust nummar trý í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum endaði í gjár í San Marino.

Í síðsta dystinum vunnu Føroyar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Luitjen Akselson Apol telvaði javnt.

Endaliga støðan í kappingini gjørdist henda:

1. Andorra 18 stig

2. Monako 16

3. Føroyar 14

4. Luksemburg 11

5. Kyprós 9

6. Malta 8

7. Liktinstein 6

8. Jersey 4

9. Guernsey 2

10. San Marino 2

Misjøvn úrtøka

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum var henda: Helgi Dam Ziska 6½/8, John Rødgaard 6/8, Sjúrður Thorsteinsson 2½/7, Hans Kristian Simonsen 6/8, Luitjen A. Apol 3/5.

Av føroysku telvarunum gjørdi 13 ára gamli unglingaføroyameistarin Luitjen Akselson Apol lutfalsliga størsta hálið, tí hann gongur 44 ratingstig fram. John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen ganga báðir 14 stig fram. Hjá Sjúrði Thorsteinssyni var hetta tvørturímóti ógvuliga miseydnað kapping. Hann fer heili 56 stig aftur eftir hesa kappingina.

Hóast Helgi Dam Ziska var føroyskur toppskjútti við fimm vunnum og trimum javnleikum, gongur hann kortini fýra stig aftur. Av tí at hann hevur hægsta styrkitalið av øllum í kappingini, og fleiri av mótstøðumonnum hansara hava væl lægri styrkital, krevst, at hann vinnur flest øll talvini, skal hann standa seg. Tríggir javnleikir var ein í meira lagi. Og hetta er avbjóðingin hjá okkara stórmeistara. Hóast hann yvirhøvur telvaði væl og vann fleiri flottar sigrar, endar tað tíðum javnt, tá hann telvar móti javnlíkum ella mótstøðumonnum við 100 og 200 stigum lægri. Tryggi talvstílurin ber afturímóti eisini í sær, at Helgi ógvuliga sjáldan tapir nakað talv. Fyri føroyska landsliðið er Helgi rættur fongur.

Nýggjur vinnari

Fyri kappingina var greitt, at Andorra var stóri favoritturin, og teir sviku ikki álitið. Andorra vann allar níggju dystirnar. Liðið hjá teimum er nógv styrknað seinastu árini. Teimum hevur eydnast at fáa góðar spanskar telvarar upp í part. De La Riva (2459) er baskiskur stórmeistari, ið vann spanska meistaraheitið í 2003. Aloma Vidal (2427) er baskiskur altjóða meistari, og nú er so Jordi Fluvia Poyotas (2463), ið er spanskur altjóða meistari, komin aftrat. Fyrr hevur bretski stórmeistarin David Norwood telvað við Andorra.

Við hetta lag mugu Føroyar mannað seg við sínum allarsterkasta liði, skulu vit hugsa um aftur at vinna smálandakappingina, sum vit hava so stoltar tradisjónir í. Greitt er, at brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen høvdu gjørt heilt góðan mun á føroyska liðnum.

Nýggj kapping verður um tvey ár.

Vinnarar í Small Nations 2009-2019

2009 Føroyar

2011 Luksemburg

2013 Føroyar

2015 Luksemburg

2017 Føroyar

2019 Andorra

SmallNations2019_lidid3

Føroyska talvlandsliðið í San Marino. Vinstrumegin: Helgi Dam Ziska, Sjúrður Thorsteinsson, Luitjen A. Apol, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …