Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Stórsigur á Jersey

Stórsigur á Jersey

Føroyar vunnu 3½-½ móti Jersey í fjórða umfari í evropeisku smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri í San Marino.

Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Sjúrður Thorsteinsson telvaði javnt.

Føroyska liðið er í løtuni nummar fýra av teimum tíggju liðunum í kappingini. Andorra og Monako hava vunnið allar dystir higartil og hava 8 dystarstig. Síðani hava Kyprós og Føroyar 6 dystarstig hvør.

Mikudagin er aftur dupultumfar. Føroyar telva fyrrapartin móti Liktinstein, og seinnapartin kemur dysturin móti Monako, sum helst er okkara størsti avbjóðari til annaðplássið í kappingini.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum eftir fyrstu fýra umførini er henda: Helgi Dam Ziska 3½/4, John Rødgaard 3/4, Sjúrður Thorsteinsson 1/3, Hans Kristian Simonsen 2/3 og Luitjen A. Apol ½/2.

Móti Liktinstein í dag telva Helgi, Sjúrður, Hans Kristian og Luitjen. Byrjað verður klokkan níggju á morgni. Dysturin móti Monako byrjar klokkan 16.00.

Til ber at fylgja við leik fyri leik úr San Marino. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins faroechess-com.

Niðanfyri sæst føroyska manningin í dysti móti oddaliðnum Andorra í triðja umfari. Á okkara liði vóru Helgi, John, Hans Kristian og Luitjen.

SmallNations2019_Lidid3

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.