Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Nýggjur føroyameistari í snartalvi

Nýggjur føroyameistari í snartalvi

Rogvi_NielsenRógvi Egilstoft Nielsen – føroyameistari í snartalvi 2018

Nýggjur føroyameistari í snartalvi er kosin. Í árligu FM fyri einstaklingar í Havn í gjár vann Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í harðari kapping við Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Snarmeistarin mongu undanfarnu árini, Helgi Dam Ziska, var ikki við.

25 telvarar kappaðust. Níggju umfør vórðu telvað. Í hvørjum umfari vórðu tvinnanda talv telvað sínamillum. Í alt telvaði hvør luttakari tí átjan talv. Rógvi Egilstoft Nielsen tapti bert eitt av teimum átjan talvunum í kappingini. Tað var fyri blaðunga unglingaføroyameistaranum Luitjen Aksleson Apol. Talvini millum Rógva og Olaf Berg endaðu bæði jøvn.

Teir bestu fimm í kappingini vóru hesir:

1 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 14½ stig

2 Olaf Berg, HT 14

3 Martin Poulsen, HT 13

4 Sjúrður Thorsteinsson, HT 12½

5 Finnbjørn Vang, KTF 11½ stig

Høgni í Rilton Cup

Umframt Helga Dam Ziska var Høgni Egilstoft Nielsen heldur ikki við í FM-kappingini í snartalvi. Høgni er í hesum døgum við í stóru nýggjárskappingini Rilton Cup í Stokkhólmi. Hann hevur í løtuni hálvtannað stig eftir trý umfør. Høgni ognaði sær fyrsta IM-normin í hesi somu kappingini fyri tveimum árum síðani. Ein IM-normur restar í hjá Høgna fyri at tryggja sær heitið sum altjóða meistari í talvi.

Høgni og bróðirin Rógvi vóru fyri jól við í altjóða kappingini Zadar Open í Kroatia. Høgni fekk fimm av níggju stigum og gekk 10 ratingstig aftur, meðan Rógvi fekk 4½ stig og gekk 10 ratingstig fram. Hvørgin vann nakran IM-norm. Báðir hava hvør sínar tveir IM-normar, men styrkitalið hjá Rógva er í løtuni ikki nóg høgt til at hann kann gerast altjóða meistari, skuldi hann fingið tann triðja kravda IM-normin.

Magnus Carlsen endurvann snar-HM

Samstundis sum føroyskir telvarar hava kappast um FM-heitið í talvi, hevur tað í døgunum millum jóla og nýggjárs verið telvað um árliga HM-heitið í kviktalvi og snartalvi í Santa Pætursborg í Russlandi. Í dag eydnaðist norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen at endurvinna sítt HM-heiti í snartalvi. Magnus vann í stórum stíli, og fór ósigraður gjøgnum tey 21 umførini. Tað er ikki hent fyrr.

Magnus var ikki líka stinnur í kvikkappingini. Har endaði hann nummar fimm. Russiski stórmeistarin Daniil Dubov vann óvæntað. Einir 200 telvarar úr øllum heiminum hava luttikið í HM-kappingunum í kvik- og snartalvi hesar seinastu dagarnar.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum er nummar 75 í heiminum í kviktalvi, og í nánd av topp 100 í snartalvi, hevur ikki verið við í HM-kappingunum í Santa Pætursborg.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …