Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 179 lond í talv-OL

179 lond í talv-OL

Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talvolympiaduni í Georgia, sum byrjar um nakrar vikur.

Føroyar eru styrkismettar nummar 74 av teimum í alt 179 liðunum í almennu kappingini. Tað sigur ikki einki um ta støðu, sum Føroyar hava í talvi. Havast skal eisini í huga, at tríggir telvarar kundu styrkt føroyska liðið í Georgia, tí hvørki Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen ella John Arni Nilssen, sum eru ávikavist nummar 2, 3 og 5 á føroyska styrkilistanum, eru við hesaferð.

Føroyska landsliðið í Georgia verður mannað soleiðis – og helst í hesari borðrøð: GM Helgi Dam Ziska 2550, IM John Rødgaard 2331, FM Olaf Berg 2248, FM Martin Poulsen 2239 og FM Carl Eli Samuelsen 2237.

USA toppseedað

USA, sum vann olympiaduna seinast, er styrkismett ovast hesaferð. Hetta man vera fyrsta ferðin, at Russland ikki er styrkismett fremst. Russland er í staðin styrkismett nummar tvey hesaferð. Manningarnar eru hesar:

USA: GM Fabiano Caruana 2822, GM Wesley So 2780, GM Hikaru Nakamura 2777, GM Sam Shankland 2727, GM Ray Robson 2670.

Russland: GM Vladimir Kramnik 2779, Sergey Karjakin 2773, GM  Ian Nepomniachti 2768, GM Dmitry Jakovenko 2748, GM Nikita Vitiugov 2730.

Misjøvn norðurlond

Norra, sum endaði heilt frammi millum fremstu tíggju liðini á seinasta OL, er nógv viknað hesaferð. Heimsmeistarin Magnus Carlsen er ikki við. Hann fyrireikar seg til HM-finaludystin í november móti Fabiano Caruana, sum annars er oddamaður á amerikanska liðnum í OL. Jon Ludvig Hammer, sum er næststerkasti telvari í Noregi, og vann sera sterku XtraCon-kappingina í Danmark í juli, er heldur ikki við. Ein triði norskur topptelvari, Simen Agdestein, er ei heldur við hesaferð.

Danska liðið er eisini skert. Stórmeistarnir Peter Heine Nielsen, Mads Andersen, Sune Berg Hansen og Allan Stig Rasmussen eru ikki við. Nakrir av donsku topptelvarunum hava seinnu árini verið ónøgdir við tvørrandi sømdir – helst samsýningar – fyri at telva á landsliðnum. Jakob Vang Glud, sum er nummar fimm á danska styrkilistanum, situr á 1. borði hjá Danmark. Hann er einasti stórmeistari á danska OL-liðnum. Altjóða meistarin Simon Bekker-Jensen, sum í vetur telvaði tveir dystir fyri Havnar Telvingarfelag í føroysku landskappingini, situr á 2. borði hjá Danmark.

Hetta man vera fyrsta ferðin, at Føroyar hava sterkari telvara á 1. borði enn Danmark á talv-OL. Helgi Dam Ziska hevur styrkitalið 2550, og vinmaður og fyrrverandi liðfelagi hansara á danska meistaraliðnum Philidor, Jakob Vang Glud, hevur styrkitalið 2514.

Afturímóti senda Svøríki og Ísland sínar bestu telvarar til OL. Svøríki er styrkismett nummar 31, Ísland nummar 36, Norra nummar 38 og Finnland nummar 50.

Talvolympiadan verður í Batumi í Georgia, og byrjar 24. september.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …