Snarkapping

Í samband við altjóða talvkappingina Faroes open, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.

Kappingarskipan:

Snartalv 3 min. +2 sek/leik, 9 umfør.

 

Vinningar:

  1. virðisløn 2.000 kr.
  2. virðisløn 1.000 kr.
  3. virðisløn 500 kr.

2 x ratingvirðislønir 250 kr.

 

Tilmeldingar higartil: http://chess-results.com/tnr365336.aspx?lan=32&art=0&fed=IND&flag=30

 

Luttøkugjald:

Luttøkugjaldið er 100 kr. Gjaldast skal á staðnum, áðrenn kappingin byrjar. (GM’arar og IM’arar gjalda ikki)

 

Tilmelding:

Tilmelding fer fram á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagi hósdagin kl. 18.00.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.