Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / So er klárt til Faroes Open 2018

So er klárt til Faroes Open 2018

Annað árið á rað verður kappingin Faroes Open telvað. Í ár verður hon telvað í Sandavági í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Sandavágs Talvfelag, og tað er skúlin á Giljanesi, sum verður karmur um stóru kappingini.

36 telvarar hava boðað frá luttøku til kappingina. Í millum hesar 36 eru 7 stórmeistarar, 5 altjóða meistarar og 4 FIDE meistarar. 17 av telvarunum eru útlendingar, sum koma frá londum sum Onglandi, Russlandi, India, Týsklandi, Ísrael, Lettlandi, Serbia, Danmark, Spania og Eysturríki. Fleiri av útlendingunum, sum vóru við í kappingini í fjør, eru við aftur í ár. Av teimum kann nevnast indarin GM Srinath Narayanan, sum gjørdist vinnari av kappingini í fjør. Hægst rataði telvarin í kappingini í ár er bretin GM Gawain Jones, meðan okkara egni GM Helgi Dam Ziska er næsthægst rataði telvarin í kappingini saman við IM Maxim Vavulin úr Russlandi.

 

Tað verða telvað 9 umfør í kappingini, og skráin verður henda:

  1. umfar: leygardagin 7. juli kl. 17.00
  2. umfar: sunnudagin 8. juli kl. 13.00
  3. umfar: mánadagin 9. juli kl. 10.00
  4. umfar: mánadagin 9. juli kl. 17.00
  5. umfar: týsdagin 10. juli kl. 13.00
  6. umfar: mikudagin 11. juli kl. 13.00
  7. umfar: hósdagin 12. juli kl. 13.00
  8. umfar: fríggjadagin 13. juli kl. 13.00
  9. umfar: leygardagin 14. juli kl. 10.00

Tit kunnu annars fylgja beinleiðis við gongdini í kappingini á hesari leinkjuni http://live.faroechess.com/live.html og á chessbomb.

 

Úrslit og støður frá kappingini kunnu síggjast á hesari leinkjuni http://chess-results.com/tnr330086.aspx?lan=1.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …