Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi á odda

Helgi á odda

Eftir triðja umfar í dag í kappingini um meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa,  sum í hesum døgum fer fram í Klaksvík, er føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska sjálvurannar á odda við fullum stigatali.

Helgi hevur telvað væl og vunnið sannførandi hvørt talv higartil. Í fyrsta umfari vann Helgi á Olaf Berg, sum er annar føroyski telvarin í kappingini. Í øðrum umfari vann hann á Peter Kirby av Guernsey, og í dag móti Krysztof Belzo av Jersey.

Efimov er avbjóðarin

Hin telvarin við fullum stigatali er annar stórmeistarin í kappingini, Igor Efimov úr Monako. Hann hevur triðhægsta styrkital í kappingini, og tykist vera harðasti kappingarneytin hjá Helga.

Olaf Berg hevur eitt stig higartil. Í dag tapti hann fyri altjóða meistaranum Robert Aloma Vidal úr Andorra, sum er styrkismettur nummar tvey. Olaf hevur tí longu møtt teimum báðum, ið eru styrkismettir hægst í kappingini. Í gjár vann Olaf í undirhaldandi dysti á telvaranum av Jersey.

Spenningur

Gongdin higartil bendir á, at roknast kann við javnari og spennandi kapping í Klaksvík.  Støðan í Small Nations-kappingini eftir triðja umfar í dag er hendan:

GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 3 stig

GM Igor Efimov (Monako) 3

IM Fred Berend (Luksemburg) 2½

IM Robert Aloma Vidal (Andorra) 2

Paris Kleridis (Kýpros) 1½

Olaf Berg (Føroyar) 1

Peter Kirby (Guernsey) 1

Krysztof Belzo (Jersey) ½

Renato Frick (Liktinstein ½

Stelios Theocharous (Kýpros) 0

Telvað verður hvønn dag klokkan 15.00 í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Klaksvík. Kappingin endar sunnudagin. Seinasta umfar byrjar kortini klokkan 13.00.

Føroyar-Kýpros

Í fjórða umfari í morgin møta føroysku telvararnir báðum kýprisku mótstøðumonnunum. Helgi hevur hvíta fólkið móti Stelios Theocharous, sum hevur tapt øll talvini higartil, og Olaf Berg, sum eisini hevur hvíta fólkið, dystast móti Paris Kleridis.

Til ber at fylgja við beinleiðis á hvørjum borði leik fyri leik hvønn dag á heimasíðu Talvsambandsins, har leinki er til kappingina, umframt á síðuni esna.faroechess.com.
olafberg-768x1024

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …