Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi føroyameistari

Helgi føroyameistari

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag hevur endurvunnið FM-heitið í talvi 2018.

Tað hendi, tá ið talvið í síðsta umfari í dag millum Helga og Carl Eli Samuelsen, eisini úr Havnar Telvingarfelag, endaði javnt. Javnleikurin ber í sær, at eingin í Landsliðsbólkinum fær Helga aftur.

Helgi fekk 5½ stig av sjey møguligum í FM-bólkinum. Hann er ósigraður í FM annað árið á rað; hann vann fýra talv og telvaði trý jøvn hesar páskirnar.

 

 

Tað verður framvegis telvað í Finsen í Havn. Seinasta umfar er í øllum bólkum í dag.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.