Helgi vann

FM2018_Helgi_Rogvi

Høvdingar hittast! Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen í avgerandi toppdysti í dag.

Stórmeistarin og føroyameistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann í dag toppdystin móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, og tók eitt týðandi stig í strembanini at endurvinna FM-heitið fyri einstaklingar.

Talvið var spennandi og dramatiskt. Báðir vóru í tíðarneyð; høvdu knappan hálvan minutt hvør til seinastu tríggjar leikirnar. Endin var, at tíðin fór hjá Rógva. Helgi var við yvirlutan í talvinum, men um støðan var vunnin, var ikki heilt greitt eftir talvið.

Helgi telvaði sisilianskt við svarta fólkinum, og Rógvi svaraði í sínum lagi við finnuleiki á c3 í øðrum leiki. So vóru báðir á kendari leið. Menn vóru varnir, og eftir tjúgu leikir tóktist støðan ógvuliga jøvn. Men so vaknaði stórmeistarin. Hóast líkt var til, at nú var damlað á deyðavatni, fekk Helgi við svarta fólkinum so líðandi skundað undir eitt initiativ frúgvarmegin.

Stig fyri stig bøtti hann um støðuna og herdi trýstið. Rógvi stríddist av øllum alvi at varðveita javnvágina, men tað kravdi tíð og sveitta. Brádliga gjørdist støðan eitt sindur fløkt og spennandi. Helgi, sum hevði tryggjað sær fyrimunin við sunnari posisjónstelving, mátti nú eisini brúka taktiskar snildir til tess at varðveita fyrimunin og trýstið.

Rógvi spjálkaði kringur og gav Helga ein skarpan gang, men til endans gekk hann til grundar undir stóra trýstinum, sum stórmeistarin støðugt hevði hann undir. Eitt spennandi talv – og kanska heilt avgerandi fyri úrslitið í FM-kappingini. Hjá Helga ein harrans lætti, nú tað endiliga lukkaðist at basa Rógva, sum hevur verið honum so tógvin í mongum talvi.

Rani í toppform

Rani Nolsøe gjørdi bart í dag, og vann í góðum talvi á Sjúrði Thorsteinssyni, sum annars var ósigraður til í dag. Hetta var fyrsti sigurin hjá veteraninum í bólkinum, men var hann hepnari, hevði hann vunnið fyrr í kappingini.

Rani telvaði aftur okkurt, sum líkist heimabryggi, nær skylt við tað, sum fyrr var rópt toftaindiskt, og sum serliga Jens Chr. Hansen stóð seg so væl við. Talan var um avbrigdi av nøkrum indiskum systemum, sum tann gávaði toftatelvarin sjálvur hevði bryggjað saman, og sum hann hevði so góð úrslit við í 80-unum – í Føroyum!

Rani telvaði óføra væl í dag og vann til endans flott og sannførandi.

Tvey remis

Carl Eli Samuelsen er nú á triðja plássi. Hann telvaði í dag remis móti Ólavi Simonsen. teir spældu hollendskt, men hvørgin tóktist serliga stríðshugaður. Remis eftir 17 leikir.

Talvið millum Hans Kristian Simonsen og Rógva Mortensen endaði javnt. Teir togaðust væl og leingi, og mong ivaðust helst, hvør teirra ætlaði at vinna. Til endans hevði Rógva tvær finnur meira, men kortini var støðan helst ikki meira enn jøvn. Rógvi fekk ikki forðað Hans Kristiani at skáka upp í saman.

Landsliðsbólkurin, 6. umfar, 29. mars

Rógvi Egilstoft Nielsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1

Carl Eli Samuelsen – Ólavur Simonsen ½ – ½

Rani Nolsøe – Sjúrður Thorsteinsson 1 – 0

Rógvi Mortensen – Hans Kristian Simonsen ½ – ½

Støðan í Landsliðsbólkinum eftir 6. umfar:

1 Helgi Dam Ziska, HT 5 stig

2 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 4 stig

3 Carl Eli Samuelsen, HT 3½ stig

4 Sjúrður Thorsteinsson, HT 3 stig

5 Rani Nolsøe, KTF 2½ stig

6 Ólavur Simonsen, KTF 2 stig

7. Rógvi Mortensen, HT 2  stig

8. Hans Kristian Simonsen, KT 2 stig

 

Støðan eftir umfar 6

Rk. BNr. Navn Land Elo Stig  TB1  TB2  TB3
1 5 GM Ziska Helgi Dam FAI 2552 5,0 0,0 13,00 4
2 2 FM Nielsen Rogvi Egilstoft FAI 2333 4,0 0,0 9,75 3
3 3 FM Samuelsen Carl Eli Nolsoe FAI 2228 3,5 0,0 7,75 2
4 6 Thorsteinsson Sjurdur FAI 2191 3,0 0,0 8,25 1
5 1 Nolsoe Rani FAI 2075 2,5 0,0 7,75 1
6 4 Simonsen Olavur FAI 2183 2,0 0,0 5,75 1
7 8 Mortensen Rogvi FAI 2018 2,0 0,0 5,75 0
8 7 FM Simonsen Hans Kristian FAI 2151 2,0 0,0 5,50 1

Remis røkkur

Eftir týðandi sigurin í toppdystinum í dag stendur Helgi seg í morgin við javnleiki í síðsta umfari. Hann hevur hvíta fólkið móti Carl Eli Samuelsen. Ikki er vist, at hann fer at leggja alt fyri at vinna, tí javnleikur er sum sagt nóg mikið hjá honum. Og Carl Eli droymir neyvan um at vinna á stórmeistaranum við svarta fólkinum. Remis tryggjar honum helst triðja plássið eisini.

Í seinasta umfari Langa fríggjadag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:

7. umfar, 30. mars

Helgi Dam Ziska – Carl Eli Samuelsen

Sjúrður Thorsteinsson – Rógvi Egilstoft Nielsen

Hans Kristian Simonsen – Rani Nolsøe

Ólavur Simonsen – Rógvi Mortensen

Hinir bólkarnir

FM2018_Heidrikur_Janus

Í 1. bólki eru nú tríggir telvarar javnir á fyrsta plássi við fýra stigum hvør. Teir eru Margar Berg, Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen, allir úr Havnar Telvingarfelag.

FM2018_Jon_Mikkelsen

Í almenna bólkinum eru Jón Mikkelsen úr Vestmanna Talvfelag og Jógvan Martin Joensen úr Kollafjarðar Talvfelag fremstir við 4½ stigi hvør.

FM2018_Luitjen_Benjamin

Og í unglingabólkinum er Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda fyri síðsta umfar. Hann hevur 5 stig. Honum næstir eru Benjamin Reinert Fjallheim úr Havnar Telvingarfelag, Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag og Suni í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag við 4½ stigi hvør.

FM-kappingin í talvi 2018 endar í morgin. Telvað verður í Finsen í Havn. Byrjað verður klokkan 14.00.

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …