Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Spenningur um FM

Spenningur um FM

Rógvi Egilstoft Nielsen bjóðar nú stórmeistaranum Helga Dam Ziska av í FM-orrustuni í talvi.

Annan dagin á rað mátti stórfavoritturin sættast við remis. Í gjár fekk Sjúrður Thorsteinsson remis móti Helga, og í dag eydnaðist Hans Kristiani Simonsen – sum hevur 400 ratingstig færri enn Helgi – eisini at fáa javnt. 

Talan var um eitt sjáldsamt og sera undirhaldandi talv. Hans Kristian fór púra óimponeraður til verka móti stórmeistaranum. Eins og fyrradagin byrjaði hann við at flyta hvíta finnu á a3. Hetta var ikki alt, tí í øðrum leiki flutti hann finnu á h4. Hvat skal man siga? Man talan ikki vera um psykologiskt snildi heldur enn talvteoretiskt heimabryggj? Hans Kristian vísti stórt hugflog og dirvi og beyð stórmeistaranum veruliga upp til dans. Helgi var kanska eitt sindur groggy av kamikazetelvingini hjá kollfirðinginum, og fann ikki bestu loysnina. Kanska var ikki rætt at læsa miðjuna við d4. Tá ið Hans Kristian so fekk íbirt opið kríggj á talvborðinum, fekk hann talvið at fara fram eftir sínum treytum. Tá ið roykurin hevði lagt seg, var støðan jøvn.

Rógvi Egilstoft Nielsen vann í dag á Carl Eli Samuelsen, og hevur tí fingið Helga aftur. Nú kendu vit Rógva aftur. Ágangandi og kreativur. Eftir harðan dyst endaðu teir í sjáldsomum endatalvi; Rógvi við róki og bispi móti róki. Ongar finnur á borðinum. Vanliga er hetta remis, men í praktiskum talvi er tað ikki so einfalt, tí hjá tí kroysta partinum ræður um støðugt at finna bestu leikirnar at halda tørn við.  Við sera góðum teknikki førdi Rógvi torføra endatalvið til sigurs.

Hjá Ólavi Simonsen bragdaði umsíðir. Hann og Rani Nolsøe høvdu eitt rokaligt talv sínamillum. Eftir lítlan umveg endaðu teir í norðurlendsku byrjanini. Ólavur telvaði ágangandi við svarta fólkinum, men Rani ræðist heldur ikki nevaleik. So líðandi fekk Ólavur høvdið fyri seg og telvaði seg til fyrsta sigurin í kappingini.

Teir friðarligastu í dag vóru Sjúrður Thorsteinsson og Rógvi Mortensen. Rógvi telvaði aftur Samisch-frábrigdið í kongaindiskum við hvítum eins og hann gjørdi móti Helga í øðrum umfari. Remis eftir 24 leikir.

4. umfar, Landsliðsbólkurin, 27. mars

Rógvi Mortensen – Sjúrður Thorsteinsson ½-½

Hans Kristian Simonsen – Helgi Dam Ziska ½-½

Rani Nolsøe – Ólavur Simonsen 0 – 1

Rógvi Egilstoft Nielsen – Carl Eli Samuelsen 1 – 0

Støðan eftir fýra umfør í Landsliðsbólkinum:

1 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2333  3 stig

2 Helgi Dam Ziska, HT 2552           3 stig

3 Sjúrður Thorsteinsson, HT 2191   2 stig

4 Carl Eli Samuelsen, HT 2228        2 stig

5-8 Rani Nolsøe, KTF 2075              1½ stig

5-8 Rógvi Mortensen, HT 2018       1½

5-8 Hans Kr. Simonsen, KT 2151      1½

5-8 Ólavur Simonsen, KTF 2183       1½

5. umfar, 28. mars kl. 16.00

Carl Eli Samuelsen – Rógvi Mortensen

Ólavur Simonsen – Rógvi Egilstoft Nielsen

Helgi Dam Ziska – Rani Nolsøe

Sjúrður Thorsteinsson – Hans Kristian Simonsen

Hinir bólkarnir

Í 1. bólki eru Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag og Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag fremstir við 3½ stigi hvør.

Í 2. bólki eru tríggir javnir í oddanum við trimum stigum. Teir eru Jón Andreasen og Johan E. Hansen úr Havnar Telvingarfelag og Jón Mikkelsen úr Vestmanna Talvfelag.

Og í unglingabólkinum eru Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag og Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag á odda við 3½ stigi hvør. Teir møtast í fimta umfari.

Telvað verður til og við Langa fríggjadag.

Amerikanskur HM-avbjóðari

Nú er greitt, at tað verður Fabiano Caruana, sum skal royna seg í HM-finaluni í talvi móti norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen í heyst. Kandidatfinalukappingin í Berlin endaði í dag. Caruana vann til endans sannførandi. Sergej Karjakin, sum seinast var í HM-finaluni móti Carlsen, endaði nummar trý.

Caruana er fyrsti innføddi amerikanari síðan Bobby Fischer, sum telvar finalu um heimsmeistaraheitið. Gata Kamsky umboðaði USA, tá ið hann í 1996 tapti HM-finaludystin móti Anatolij Karpov, men Kamsky er upprunaliga russari og var fimtan ára gamal, tá ið hann flutti úr Russlandi til USA við familjuni í 1989.

Caruana er 25 ára gamal. Hann er føddur í Miami í 1992 og uppvaksin í New York. Foreldrini eru bæði italsk, og tí hevur Caruana dupultan amerikanskan/italskan ríkisborgararætt. Frá 2005 til 2015 umboðaði hann Italia, men síðan 2016 hevur hann aftur umboðað føðilandið.

Bobby Fischer er seinasti amerikanari, sum hevur verið heimsmeistari í talvi. Tað var frá 1972 til 1975.

HM-finaludysturin millum Magnus Carlsen og Fabiano Caruana verður í London í november.

Kandidatfinalukappingin um rættin at bjóða heimsmeistaranum av endaði soleiðis:
1. GM Fabiano Caruana, USA (2784), 9 stig
2. GM Shakhriyar Mamedyarov, Aserbajdsjan (2809), 8 stig
3. GM Sergey Karjakin, Russland (2763), 8 stig
4. GM Ding Liren, Kina (2769), 7½ stig
5. GM Vladimir Kramnik, Russland (2800), 6½ stig
6. GM Alexander Grischuk, Russland (2767), 6½ stig
7. GM Wesley So, USA (2799), 6 stig
8. GM Levon Aronian, Armenia (2794), 4½ stig

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …