Nógv remis

Støðan broyttist einki í oddanum í Landsliðsbólkinum eftir triðja umfar í FM-kappingini í talvi í dag. Á trimum av fýra borðum endaði tað javnt.

Sigursrøðin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska var brotin, tí hann mátti sættast við javnleik í kvøld. Mótstøðumaður hansara var Sjúrður Thorsteinsson. Helgi hevði hvíta fólkið, men einki lív fekst í støðuna, sum brátt flatnaði út til eitt deytt remis. Byrjanin var sisiliansk, men kom at líkjast einum fronskum tema, tá ið tað mesta verður uppbýtt á miðjum borði. Helgi royndi at søkja at, men Sjúrður hevði ongar trupulleikar at standa ímóti. Remis eftir 41 leikir. Sjúrður telvar trygt og og hevur gott tamarhald á støðuni. Hann er framvegis ósigraður við trimum remis.

Rógvi Egilstoft Nielsen fekk heldur ikki stórvegis flog yvir byrjanina við tí hvíta fólkinum. Navnin Mortensen tóktist væl fyrireikaður. Hann spældi Caro-Kann móti 1. e4, men vágamaðurin valdi f3-frábrigdið í triðja leiki. Remis longu eftir 19 leikir. Við fyrsta eygnabragdi tykist svartur at standa betur, men so var friðarvatala undirskrivað. Hetta er annar dagurin, at Rógvi Egilstoft Nielsen má sættast við remis eftir heldur ivasamar støður.

Hans Kristian Simonsen, sum tapti fyrstu tvey talvini, var í dag hin einasti, sum vann. Eingin var bilsin, at talvið millum hann og Ólav Simonsen gjørdist lívligt. Hans Kristian tóktist at standa væl við svørtum, so kom Ólavur fyri seg og leyp á, men brádliga gjørdi kollfirðingurin eitt mótálop, sum tók klaksvíkingin av fótum. Undirhaldandi og umleypandi talv, og fyri sjálvsálit og spæligleði hjá Hans Kristiani mundi sigurin vera ógvuliga kærkomin.

Í fjórða talvinum sótu skyldmenninir Carl Eli Samuelsen og Rani Nolsøe yvirav hvør øðrum. Talvið var javnt allanvegin og endaði remis. Báðir kunnu vera væl nøgdir higartil. Carl Eli liggur framvið, og Rani, sum eisini er ósigraður higartil, hevur víst, at enn eru knotur.

3. umfar 26. mars

Rógvi Egilstoft Nielsen – Rógvi Mortensen ½-½

Carl Eli Samuelsen – Rani Nolsøe ½-½

Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen 0 – 1

Helgi Dam Ziska – Sjúrður Thorsteinsson ½-½

Støðan í FM-bólkinum eftir trý umfør:

1 Helgi Dam Ziska, HT 2½

2 Carl Eli Samuelsen, HT 2

3 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2

4/5 Rani Nolsøe, KTF 1½

4/5 Sjúrður Thorsteinsson, HT 1½

6 Rógvi Mortensen, HT 1

7. Hans Kristian Simonsen, KT 1

8. Ólavur Simonsen, KTF ½

4. umfar 27 mars (kl. 16.00)

Rógvi Mortensen – Sjúrður Thorsteinsson

Hans Kristian Simonsen – Helgi Dam Ziska

Rani Nolsøe – Ólavur Simonsen

Rógvi Egilstoft Nielsen – Carl Eli Samuelsen

Hinir bólkarnir

Í 1. bólki hevur ungi klaksvíkingurin Janus Skaale lagt seg á odda. Hann vann í dag á hægst rataða telvaranum í bólkinum, Herluf Hansen úr HT.

Oddastøðan í 1. bólki: 

1. Janus Skaale, KTF 2½

2. Andrias Ziska, HT 2

3. Margar Berg, HT 2

Í almenna bólkinum eru tríggir oddafiskar. Johan E. Hansen, Jón Andreasen og Kaj Olsen, allir HT, hava 2½ stig.

Og í unglingabólkinum eru eisini tríggir telvarar javnir í oddanum. Teir eru Suni í Horni Nielsen, ST, Rógvi Mørkøre, KT og Luitjen A. Apol, HT. Allir hava 2½ stig.

Landsliðsbólkurin 3. umfar:
FM2018_3umf_1
Hans Kristian Simonsen og Ólavur Simonsen
FM2018_3umf_2
Rógvi Egilstoft Nielsen og Rógvi Mortensen
FM2018_3umf_3
Sjúrður Thorsteinsson og Helgi Dam Ziska
FM2018_3umf_4
Carl Eli Samuelsen og Rani Nolsøe
Spenningur í Berlin
Samstundis sum teir átta í Landsliðsbólkinum telva um føroyameistaraheitið í Finsen, sita aðrir átta telvarar í Berlin og kappast um rættin at bjóða heimsmeistaranum Magnus Carlsen av í HM-finaludysti í heyst.
Í morgin verður farið undir fjúrtanda og seinasta umfar í Kandidatfinalukappingini. Støðan fyri seinasta umfar er henda:
1. Fabiano Caruana (USA) 8
2. Shakhriyar Mamedyarov (Aserbadsjan) 7½
3. Sergey Karjakin (Russland) 7½
4. Liren Ding (Kina) 7
5. Aleksander Grischuk (Russland) 6½
6. Vladimir Kramnik (Russland) 6
7. Wesley So (USA) 5½
8. Levon Aronian (Armenia) 4
Í seinasta umfarinum í morgin verður telvað soleiðis:
Grischuk – Caruana
Aronian – So
Karjakin – Ding
Kramnik – Mamedyarov

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …