Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar 2018

Innbjóðing til Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar 2018

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2018

 
Havnar Telvingarfelag bjóðar saman við Talvsambandi Føroya til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2018. 
 

Kappingin
Kappingin verður hildin í Finsen í Havn í døgunum 24. – 30. mars 2018.
 
Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
 
Átta teir hægst rataðu telvarnir (elo-talið verður brúkt) telva í landsliðsbólkinum um føroyameistaraheitið 2018.
 
Næstu átta hægst rataðu telvarnir telva í 1.bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.
 
Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2018.
 
Víst verður annars til meginreglurnar hjá TFS fyri FM.
 
Allir bólkar telva soleiðis:
Leygardagur                            24. mars           kl. 14.00
Sunnudagur                              25. mars          kl. 14.00
Mánadagur                               26. mars         kl. 16.00
Týsdagur                                  27. mars         kl. 16.00
Mikudagur                                28. mars         kl. 16.00
Skírishósdagur                          29. mars          kl. 14.00
Langi fríggjadagur                    30. mars          kl. 14.00
 
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er 300 kr fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 150 kr. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
 
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 
6460 – 1505523 hjá Havnar Telvingarfelag í seinasta lagi mánadagin 19 mars 
 
Við tilmelding skal upplýsast: FM 2018, navn og bólkur.
 Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 551009 ella teldupostadressu: joannesv@uvmr.fo
 
Vinningar
Landsliðsbólkurin:                     nr. 1 – 5.000 kr                nr. 2 – 3.000 kr              nr. 3 – 2.000 kr
1. Bólkur:                                 nr. 1 – 2.000 kr                nr. 2 – 1500 kr               nr. 3 – 1.000 kr
Almennur bólkurin:                    nr. 1 – 1.500 kr                nr. 2 -1000 kr                nr. 3 – 500 kr
Unglingarbólkurin:                     nr. 1 – 1.500 kr                nr. 2 -1000 kr                nr. 3 – 500 kr
 
Steyp verða latin til nr. 1 í øllum bólkum, og harumframt verða heiðurmerki latin til nr 1,2 og 3 í hvørjum bólki. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.
 
Vakurleikasteyp verður latið fyri besta talvið.
 
 Í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður við javnstøðu umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.
 
Við talvkvøðu
Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.