Havnin økir

Tvey umfør í landskappingini í talvi fyri lið vórðu avgreidd í Sandavági leygardagin. Oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag otaði seg eitt stig aftrat frá harðastu kappingarneytunum úr Sandavágs Talvfelag. Munurin er kortini einans tvey stig millum liðini.

Vágamenn vóru ikki fullmannaðir á heimavølli hetta vikuskiftið. Hvørki Høgni Egilstoft Nielsen ella Silas Eyðsteinsson vóru við. Báðir spæla fótbólt í 07 Vestur í Betri-deildini, og hetta vikuskiftið var liðið á venjingarlegu í Danmark. Í staðin loystu Bernhard Augustinussen og Jónfinn Thomsen av.

FM-manningin hjá Havnini vann báðar dystirnar leygardagin. Móti øðrum liði hjá sama felag vann fyrsta lið 4-0, og um kvøldið vunnu havnarmenn 3-1 á kollfirðingum. Olaf Berg søplaði sær góða støðu burtur og tapti fyri Kára Petersen. Á 1. borði vann Helgi Dam Ziska á Hans Kristiani Simonsen, sum fyrr um dagin hevði vunnið á Ólavi Simonsen í dystinum móti Klaksvík. Oddaliðið hevði ikki somu manning í báðum dystum. Um morgunin telvaðu Olaf Berg, Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Herluf Hansen, og um kvøldið Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen.

Sandavágsmenn vunnu eisini báðar dystirnar; fyrst 3½-½ móti Gøtu, og síðani 2½-1½ á øðrum liði hjá Havnini. Úrslitini í 1. deild vóru hesi:

6. umfar:

Sandavágur – Gøta 3½-½

Kollafjørður – Klaksvík 1-3

Havnin 2 – Havnin 1 0-4

7.umfar:

Havnin 2 – Sandavágur 1½-2½

Havnin 1 – Kollafjørður 3-1

Klaksvík – Gøta 3½-½

Støðan í 1. deild eftir sætta og sjeynda umfar leygardagin:

1. Havnin 22½

2. Sandavágur 20½

3. Klaksvík 18

4. Havnin 2 11

5. Kollafjørður 7½

6. Gøta 4½

Í 2. deild er hørð kapping um uppflyting. Klaksvíkingar eru á odda, men stutt er millum fremstu liðini. Klaksvík hevur 17½ stig, vestmenningar, sum høvdu John Rødgård á liðnum hetta vikuskiftið, hava 17 stig, og Sandavágur hevur 16 stig.

Í 3. deild stendur kappingin millum Streymur og Toftir – tvey feløg, sum bæði hava vunnið hvør sítt FM-heiti í 1. deild. Sundalagsmenn hava 17 stig og toftamenn 15.

Dystirnir í áttanda umfari verða nú sunnudagin. Kappingin endar 17. mars, tá tíggjunda og seinasta umfar er.

FM í Finsen

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar verður í ár í Havn. Telvað verður í Finsen – nýumbygdu gomlu kommunuskúlaauluni. Kappingin er sum vant um páskirnar, men hesaferð verða umførini í alt sjey, og ikki níggju, sum vanligt hevur verið. Tað ber eisini í sær, at átta telvarar vera í meistaraflokkinum.

Telvað verður dag um dag frá leygardegi 24. mars til og við Langa fríggjadag, tá kappingin endar. Endamálið við at stytta kappingina er at vita, um fleiri telvarar halda seg framat. Tað er einki dulsmál, at luttøkan í árligu FM-kappingini hevur verið í minna lagi tey seinnu árini.

Havnar Telvingarfelag vónar, at fleiri av bestu telvarunum vera at síggja í FM-kappingini í stásiligu hølunum í Finsen um páskirnar. Greitt er, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska verður við, og ætlar at endurvinna FM-heitið, sum hann vann í fjør.

Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya hava júst sett eitt tíðindaskriv saman um FM-stevnuna 2018

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …