Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: Kvik kapping í Kollafirði leygardagin 24.02

Innbjóðing: Kvik kapping í Kollafirði leygardagin 24.02

KT-Kvik 2018

Leygardagin 24. februar verður skipað fyri Grand Prix kapping í skúlanum í Kollafirði. Øll eru vælkomin at luttaka, bæði roynd og óroynd.

100 nýbakaðar ókeypis pannukøkur við róma verða serveraðar til bæði luttakarar og áskoðarar ?

Kappingin byrjar kl. 11.00. Telvað verða 7 umfør.

Tíð: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

1. virðisløn 800 kr.

2. virðisløn 500 kr.

3. virðisløn 300 kr.

4 x rating-virðislønir 300 kr.

Luttøkugjaldið: 100 kr. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Melda til hjá Jógvan Martin á tlf. 299 300 ella t-post martin@joensen.org

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 23. februar kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast her:

Møtið fjølment !

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.