Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit frá kappingini fyri børn og ung, 21. januar

Úrslit frá kappingini fyri børn og ung, 21. januar

Í dag var kapping í Gula skúla í Havn, har 20 dreingir úr 1 til 6 flokki luttóku. Kappingin varð skipað við einum stórum bólki, 9 umførum og við tíðini 5 min. og 2 sekund eyka fyri hvønn leik.
Heiðursmerki vóru til topp-3 fyri bólkin 1-3 flokkur og til topp-3 fyri bólkin 4-6 flokkur. Rókur Davidsen vann yngra bólkin, meðan Luitjen Apol vann eldra bólkin eftir umdyst við Elias.Barnakapping_21_01_2018_1 Barnakapping_21_01_2018_2 Barnakapping_21_01_2018_3

Úrslit 1-3 flokkur:
1. Rókur Davidsen, Klaksvík, 6 stig
2. Óli Mikkelsen, Tórshavn, 5,5 stig
3. Luca Eyðun Staksberg, Tórshavn, 5 stig

Úrslit 4-6 flokkur:
1. Luitjen Apol, Tórshavn, 8 stig
2. Elias Petersen, Tórshavn, 8 stig
3. Teitur Jónsson, Toftir, 6 stig

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …