Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar á odda

Føroyar á odda

Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.

Føroyar vunnu í dag stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum.

Finala í morgin

Andorra, sum hevði vunnið allar dystir, var í dag fyri sínum fyrsta tapi í kappingini. Monaco – sum Føroyar vunnu týðandi dyst ímóti fyrradagin – vann 2½-1½ á Andorra. Tað ber í sær, at Føroyar hava lagt seg á odda í kappingini fyri seinasta umfar í morgin, sum verður móti nettupp Andorra. Kappingin verður tí avgjørd í røttum finaludysti. Føroyar standa seg við javnleiki.

Støðan í kappingini fyri seinasta umfar í morgin er nú henda:

1. Føroyar 15 stig

2. Andorra 14

3. Monaco 13

4. Luksemburg 11

5. Kýpros 10

6. Malta 6

7. Liktinstein 5

8. Guernsey 3

9. Jersey 2

10. San Marino 1.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum er henda:

1. Helgi Dam Ziska 6/7

2. Høgni Egilstoft Nielsen 6/7

3. Rógvi Egilstoft Nielsen 3½/6

4. John Rødgård 6/7

5. Silas Eyðsteinsson 3/5

Føroyska liðið verður væntandi óbroytt í morgin. Dystirnir í seinasta umfari byrja klokkan 14.00. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum í senn. Sí leinki.

SNC2017_7

Føroyska liðið móti Kýpros í dag. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.

https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/european-small-nations-team-championship

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …