Vónbrot

Føroyar taptu heili 4-0 fyri Íslandi í seinasta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hetta var ringasta úrslit í kappingini hjá føroyska liðnum. Tað ber í sær, at Føroyar enda nummar 36 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyska liðið var styrkismett nummar 35.

Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgård og John Arni Nilssen taptu allir. Helgi Dam Ziska var ikki við í hesum seinasta dystinum. Høgni Egilstoft Nielsen kundi tryggjað sær seinasta IM-normin, vann hann í dag, men við svarta fólkinum á fyrsta borði vóru fyritreytirnar ikki tær bestu.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum í hesari EM-kappingini var henda:

Helgi Dam Ziska 4½/7 (2 vunnin, 5 jøvn, 0 tapt)

Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9 (1 vunnið, 5 jøvn, 3 tapt)

Rógvi Egilstoft Nielsen 4½/8 (3 vunnin,  3 jøvn, 2 tapt)

John Rødgård ½/6 (0 vunnið, 1 javnt, 5 tapt)

John Arni Nilssen 1½/6 (1 vunnið, 1 javnt, 4 tapt)

Um vikuskiftið byrjar EM-kappingin fyri smátjóðir í Evropa í Andorra. Føroyar fara vit at kalla somu manning til Andorra sum til EM. John Arni Nilssen verður tó ikki við. Fyri hann telvar Silas Eyðsteinsson. Talvsambandið heldur fast um, at ein ungur telvari skal vera við á liðnum í hesi kappingini. Ungi sandavágsmaðurin sleppur tí at royna seg sum tann yngsti á liðnum.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …