Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2017/2018

Tilmelding til liðkappingina 2017/2018

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2017/2018.

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Havnin 2, Kollafjørður 1 og Gøta 1  (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Klaksvík 2 (flutt niður úr 1. deild), Sandavágur 2, Vestmanna 1, Havnin 4, Havnin 3 og Runavík 1 (flutt upp úr 3. deild).

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

 

Tilmeldingarfreisin er hósdagin 12. oktober 2017, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar.   Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn, føðidato og e-mail.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

Liðkappingin byrjar sunnudagin 22. oktober 2017.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.